Lýsing

El-bilar fría parkering í miðbýnum

Góður umhvørvispolitikkur er at flætta politikkin inn í ein annan politikk. Til dømis ferðslupolitikkin. Bussleiðin er eitt gott dømi um at minka um ferðsluna og at frígeva pláss í ferðsluni og at frígeva p-básar.

Roknast kann við, at fleiri og fleiri el-bilar trilla á vegirnar komandi árini. Ein góður umhvørvispolitikkur hjá Tórshavnar kommunu kann tí verða, at loyva el-bilum fría parkering í allari kommununi. Ikki í ævir, men umleið 10 ár fram ella til 2030. Tá kunnu vit rokna við, at bróðurparturin av øllum bilum eru el-bilar ella líknandi.

Almennar fyrisitingar í miðbýnum eiga eisini, í størri mun, at leggja dent á ikki at hava sokallaðan arbeiðsbil standandi í túninum ella á einum hentum p-bási. Heldur eiga tey at nýta beinini, bussleiðina ella hýruvognarnar í býnum – ella kanska súkkluna. Hetta frígevur pláss í ferðsluni og frígevur p-básar. Til longru teinarnar ber til at leiga bil um tørvur er. Nøkur arbeiðsøki krevja bil – har er arbeiðsbilur neyðugur – ein el-bilur sjálvandi.

Bráðneyðugur tørvur er á p-básum og tí má ein loysn finnast í stundini og arbeiðið má setast í verk. Somuleiðis má loysn finnast á p-trupulleikunum hjá teimum, ið búleikast í miðbýnum. Havast skal eisini í huga, at útjaðarin eisini hevur rætt til p-møguleikar tá ørindi eru í býnum.

Um fleiri stig verða tikin rætta vegin, so kunnu vit spakuliga førka okkum til eina loysn á ferðsluruðuleikanum í Havnini og samstundis umhvørvisliga taka nøkur fet rætta vegin.

Tjóðveldi borgar fyri intelligentum loysnum á øllum økjum.

Jóannes Guttesen, listi E.

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad