Lýsing

Nú er háspenningur í luftini

Teir síðstu dagarnir eru brúktir uppá valfundir, prát við fólk og annars at fáa fólk at trúgva uppá meg. Samanum kann sigast at fólk vilja hava broyting. Og í broyting liggur at nýtt fólk skal á Vaglið. Eg eri nýggj við áræði og vilja til at gera mun. Eg lovi at gera mun og at vísa ábyrgd.

– Eg fari at arbeiða fyri allari Tórshavnar kommunu – bæði bygd og bý.

– Eg fari at kempa fyri, at trivnaðurin í kommununi fer at verða í topp aftur.

– Eg fari at kempa fyri at borgarin skal føla seg tryggan við leiðsluna í kommununi.

– Eg fari at kempa fyri reiðiligheit og opinleika í kommununi.

– Eg fari at kempa fyri at ØLL verða hoyrd, og at ØLL føla seg sum ein partur av kommununi.

– Eg fari at kempa fyri at smáplássini verða líkastillaði við Havnina og Hoyvíkina.

– Eg fari at kempa fyri at bæði ung og gomul í kommununi eru nøgd og glað, og siga seg vita, hvat kommunan arbeiðir við og fram ímóti.

– Eg fari at kempa fyri at gera mun, soleiðis at vit øll hava somu rættindi og møguleikar.

– Eg fari at kempa fyri Tórshavnar kommunu 💪

 

Set X við MEG á lista E so fær tú eina ektaða rødd – arbeiðsmegi tyri TEG !

 

GOTT VAL! ❤️

Vinarliga,

Anja Hartmann Wardum

Anja Hartmann Wardum

Deil hesa grein umvegis
468 ad