Lýsing

VIT KUNNU SAMAN GERA OKKUM GRØN!

Tórshavnar Kommuna skal gerast 100% grøn. Hetta kunnu vit helst øll skriva undir uppá, og nógv er skrivað um hetta í valstríðnum.

Men hvussu kunnu vit gera tað ítøkiligt í okkara gerandisdegi?

Eitt gott dømi um tað, er ruskskiljing og endurnýtsla í okkara húsarhaldum og grannaløgum.

Á veljarafundi í Nólsoy hjá Tjóðveldi høvdu fleiri av fundarfólkunum hesa frálíku ætlan:

–          Vit hava felags ruskpláss í Nólsoy. Har kunnu vit útvega fleiri bingjur/íløt at skilja í – og leggja eitt skiljihøli undir tak, so tað gerst meira hugaligt alt árið at skilja.

–          Vit kunnu útvega eina kvørn til at viðgera alt lívrunnið burturkast.

–          Úr hesum fáa vit sankutøð til at taða í okkara felags veltu ella í gørðunum heima við hús og á bønum.

–          Harvið fáa vit heilsugóða føroyska matframleiðslu í oynni og stuðla tí felags átakinum í Nólsoy, har fólk sjálv kunnu velta grønmeti og urtir.

–          Bæði skúlabørn og barnagarðsbørn kunnu saman við eldri og tilkomnum koma saman at læra tey ungu og hvør annan um náttúrunnar ringrás og burðardygd.

Og ikki minst: Við hesum slepst undan at brúka dýran flutning og útlát til at flyta rusk av oynni til at brenna á Brennistøðini.

Hetta er styrkin, tá ið fólk sjálv ávirka og lata sína rødd hoyra – og vilja gera nakað í felag.

Tað er akkurát soleiðis eg droymi um, at vit kunnu arbeiða í kommununi og í oynni.

Soleiðis kunnu vit saman gera okkum grønari.

Við hesum taka vit ítøkilig stig í gerandisdegnum til at gera kommununa grønari. Og til at gera Nólsoynna til ta grønu oynna, sum bæði er til fyrimun fyri nólsoyingar og fyri ferðavinnu og nýskapan.

Um kommunan spælir við og útvegar nøkur fá amboð, so taka fólk sjálv ábyrgd í felag.

Og hetta kann gerast allastaðni í býlingum og grannaløgum í kommununi – serliga um vit eisini útvega felags traðir og felags økir at velta grønmeti og annað á.

Eg fari at gera alt fyri at fremja hetta saman við tykkum, um eg fái møguleikan á kommunuvalinum 10. november.

Anja Hartmann Wardum

Valevni á Lista E hjá Tjóðveldi til Býráðið

 

Anja Hartmann Wardum

Deil hesa grein umvegis
468 ad