Lýsing

FERÐSLURUÐULEIKIN Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Tað eru alt ov nógvir bilar í høvuðsstaðnum! Óansæð um tú koyrir í býnum á morgni, mitt um dagin ella á kvøldi so stendur tú í langari bilkø. Her má okkurt gerast sum skjótast. Eisini viðvíkjandi ta stóru og tungu ferðsluna. Her má okkurt gerast áðrenn skaði verður!

Vit eiga at seta krøv til ta privatu vinnuna og almennar stovnar, bæði tá viðvíkur parkering og viðvíkjandi atkomumøguleikum hjá koyristólum. Kommunan er líka glað við hesi viðurskiftið, og tað má broytast nú!

Sum borgari í Tórshavnar kommunu skal tú kunna koma til øll almenn støð, uttan at tað skal verða ein avbjóðing. Um tú er illa gongdur ella í koyristóli, skal tú kunna koma inn í allar handlar, matstovur, barrir, gistingarhús, wc’ir, skrivstovur, stovnar og onnur arbeiðspláss og búðstovnar runt um í kommununi.

Eg sá eitt skriva á Facebook herfyri, har onkur hevði verið ein túr í býnum við koyristóli. Hetta var pínligt at lesa. Tey høvdu møtt so nógvum forðingum, at tey góvu upp og fóru til hús. Hetta líkist ongum – sera pínligt!

Parkeringsviðurskiftini – vit sum eru væl skødd og gongufør, vit kunna gott parkera longri vekk. Men tey sum hava serligan tørv skula hava fleiri parkeringplássir mitt í býnum. Vit máa víkja fyri teimum, tí skula fleiri parkeringsøkir gerast í býnum. Skálatrøð er nógv umrøtt til alt millum himmal og jørð, men líka mikið hvat verður gjørt har niðri, so máa vit ikki missa tey parkeringsplássini. Parkeringstunnil er eitt  gott uppskot, sum er frammi.

Fleiri parkeringsplássir skula gerast í kommununi  sum skjótast – ongin yvi um tað!

Sum borgari í Nósloy hava vit eisini avbjóðingar á hesum øki. Vit noyðast at hava nakrar sertreytir at parkera á Bursatanga ella har um leiðir í samband við ferðing yvir um fjørðin. Vegakervi í Nólsoy er ikki gjørt til nógva ferðslu, og tí er tað allarbest at vit hava okkara bilar standandi í Havn. Sjálvandi eru undantøk. Summi hava tørv á bilinum heima við hús hvønn dag, og tað skal tað verða pláss fyri, men best hevði verið at Nólsoyggin átti nøkur pláss á havnalagnum í Havn. Og nú tá Jósup siglir er reint gali. Hetta má broytast í framyvir.

X við Anja Hartmann Wardum, valevnið á lista E

Anja Hartmann Wardum

Deil hesa grein umvegis
468 ad