Lýsing

Nólsoyggin og Tórshavnar kommuna grøn – alt árið!

Mangan hava vit hoyrt, at Nólsoyggin er ein grøn oyggj og tað er hon sanniliga eisini um sumrarnar, tá hon við sínum ríka gróðri spælir sær í sólini. Summarkvøldini eru long og tá vesturskinið leggur seg um Nólsoynna, er her eisini gott at vera.

At gera Nólsoynna til eina grøna oyggj, skal skiljast á tann hátt, at her skulu grønar og burðardyggar loysnir finnast til alt kommunalt virksemi. Upplagt, at arbeitt verður við, at seta upp sólfangarar á øll kommunal høli, hetta fyri at spara pening og fyri at taka hond um umhvørvið og at tálma veðurlagsbroytingunum.

Her stendur ein gomul óvirkin vindmylla, og tankarnir aftanfyri vindmyllu verkætlanina vóru góðar, men nú má ein nýggjari loysn finnast, og ein virkin vindmylla setast upp í staðin.

Økta ferðafólkatalið setur størri krøv til hvussu vit taka hond um bygdina, hagan og alt lív í oynni. At fáa nútíðarhóskandi rusk íløt upp alla staðni, har tørvur er á tí, og at ferðafólk sleppa av við sítt rusk á forsvarligan hátt, er alneyðugt. Stóri áhugin fyri árligu ruddingardøgunum í Nólsoy, eru prógv um, at fólkið, sum her býr tekur hond um umhvørvið og alla oynna.

Fyri at minka um nøgdirnar av burturkasti, sum verður brent á brennistøðini á Hjalla,  er upplagt at borgarar savna sítt grøna burturkast og gera sankutøð. Í bygdini er eitt felags øki, har ymsar gagnplantur eru, og er hetta økið upplagt til eina grøna skipan av sankutøðum. Hesi sankutøð kunnu nýtast á sjálvum felags økinum ella skipast kann fyri, at fólk fáa burturav tá kommunan lutar út plantupakkar.

Á Klivum verður allur farmur settur upp á land og mangan eru hesar vørður pakkaður inn í plast. Ofta liggur plastið og sløðist í vindinum,og endar á sjónum. Fyri at taka hond um umhvørvið bæði á landi og sjógvi, eigur Tórshavnar Havn at seta eitt ruskílat ella eina bingju upp, til endamálið. Møguliga kann sama bingja vera atkomulig hjá ferðafólki, ið vilja sleppa av við sítt burturkast.

At skilja burturkastið er neyðugt til tess, at endurvinna mest møguligt og at brenna minst møguligt. Ein atkomulig ruskskipan eigur tí at vera sett upp, har vegleiðing um hvussu ein skilur burturkastið hongur uppi. Skilir tú? Vit eiga øll at taka hond um umhvørvið og sum borgarar í Tórshavnar kommunu vilja vit fegin ganga á odda.

Set X við Anja Hartmann Wardum,
valevni á lista E

 

Anja Hartmann Wardum

Deil hesa grein umvegis
468 ad