Lýsing

Avbjóðingin við bústøðum er bæði á smáplássum og í Havn

Kommunan skal sjálvandi útvega grundstykkir og íbúðir til sínar borgarar, alt eftir hvør tørvurin er, og tað ber væl til. Kommunurnar hava í dag møguleikan fyri at byggja bæði eldrabústaðir til øll, ið eru 60 ár og eldri, og lestrarbústaðir. Borgarin skal hava meira at velja í. Summi eru fíggjarliga væl fyri og onnur minni væl fyri. Summi eru tvey um útreiðslurnar og onnur eru støk. Summi eru ung og onnur eldri. Øll hesi hava ymiskan tørv, og kommunan skal kunna geva øllum møguleika at seta føtur undir egið borð. Og tá eg hugsi kommunan, so er tað sjálvandi ikki við vinningi fyri eyga. Kommunan skal ikki stuðla privatum byggiharrum at “skora kassan” upp á íbúðarneyðina. Kommunalt byggjarí eigur at vera bíðligari enn tað privata. Sostatt er hetta eisini við til at halda kostnaðarstøðið niðri.

 

Nólsoy

 

Nú eg búgvi í Nólsoy, eri eg sjálvandi tilvitað um støðuna í Nólsoy. Har eru nøkur grundstykkir lutað út fyri tíð síðani, og tað er positivt og at frøðast um. Men hetta hevur verið ein tungur burður við hálvum loysnum, og hetta eigur at kunna gerast betur. Tørvurin er ymiskur eisini í Nólsoy, og tí er eisini brúk fyri íbúðum bæði til leigu og at eiga. Eg havi ikki loysnina, hvussu hetta skal gerast, men eg vil arbeiða fyri at finna eina loysn. Fyri trivnaðin í Nólsoy er hetta sera umráðandi at fáa gjørt sum skjótast, áðrenn ungdómurin flytur av oynni. Eg haldi eisini, at sjálvandi skula Nólsoyingar hava framíhjárætt til hesar lokalu útbjóðingar, tí tað eru fyri tað mesta tey, sum vilja búsetast her. Vilja fólk hava summarhús, skal tað finnast eitt øki til tað uttan fyri bygdina, tí í bygdini skal helst vera lív í.

 

Tað er eisini tørvur á eldraíbúðum á øllum smáplássum. Í dag eigur tað ikki at vera neyðugt at skula flyta av heimbygdini, tá ein gerst óhjálpin. Vit eiga at klára at gera nakrar eldraíbúðir til tey, ið ikki klára at búgva heima einsamøll longur. Hetta kann eisini verða ein hjálp til íbúðartrotið, tá hús verða tøk, sum tað yngra ættarliðið so kann búsetast í. Hetta kann eisini kasta nøkur lokal arbeiðspláss av sær.

 

Havnin

 

Lestraríbúðir skulu byggjast tætt við Glasir til ein ”lestrarligan” prís. At tey lesandi búgva tætt við skúlan, lættir um ferðsluna gjøgnum býin serliga á morgni. Við hesum fáa tey ungu eisini eitt lestrarumhvørvi, sum er at síggja aðrastaðni í heiminum, og er við til at uppbyggja tey til at blíva sjálvstøðug. Tá eg hugsi lestraríbúðir, skulu tey lesandi hava framíhjárætt til ein lestraligan prís. Eru so íbúðir til avlops, kunnu lærlingar koma inn í aðru røð fyri eitt sindur hægri prís, o.s.fr. Á sama hátt sum tú skalt skjalprógva fyri útreiðslur til leigu fyri at fáa hægri lestrarstuðul, so kanst tú eisini skjalprógva, at tú ert lesandi fyri at fáa ein lestrarprís fyri íbúðina.

 

Tað skulu eisini gerast fleiri eldraíbúðir tættari at býnum til ein bíligan penga. Tey eldru vilja búgva tætt at miðbýnum, tí tað er har teirra dagligdagur hevur verið alt teirra lív. Helst gangifrástøður til handils og miðbýin annars. Her kann brúkast sami framferðarháttur sum við lestraríbúðunum og prísir, soleiðis at tey, sum ikki hava eina høga pensjón, kunna búgva væl sum pensjónistar. Og her hugsi eg eisni um tey sum búgva einsamøll, at tey fáa eitt umhvørvi, sum gevur teimum ein innihaldsríkan dag í sínum nærumhvørvi.

 

Grundstykkir og útstykkingar til raðhús og íbúðarblokkar skulu liggja uttanfyri ringvegin. Hetta eigur at kunna gerast á ein skynsaman hátt. Men um vit byrja við lestraríbúðum og eldraíbúðum, so loysa vit ein stóran part av bústaðartrupulleikanum bæði í Havn, í Nólsoy og í Kollafirði – ja allari kommununi, tí tá verða fleiri íbúðir og hús tøk, har eldri og lesandi í dag húsast.

 

Anja Hartmann Wardum

valevni fyri Tjóðveldi til Býráðsvalið 2020

Anja Hartmann Wardum

Deil hesa grein umvegis
468 ad