Lýsing

DAGSTOVNAØKIÐ – KOM VÍÐARI!

Mín fatan av broyting er, at tað verður gjørt fyri at betra um umstøðurnar. Tað er eisini mín vón, at vit øll fara at síggja tað positiva við eindarleiðsluni, sum so nógv stríð hevur verið um. Kanska henda broyting kundi verið gjørd annarleiðis, men broytingin er framd, so nú máa vit hyggja frameftir.

  • Tórshavnar kommuna eigur at ganga undan og tryggja námsfrøðingum betri arbeiðsumstøður.
  • Tórshavnar kommuna eigur at veita námsfrøðingum ein setanarbrøk, sum eitur 3/4 saman við børnum og 1/4 til fyrireiking, eftirmeting og fundarvirksemi við foreldur og aðrar starvsfólkabólkar.
  • Tórshavnar kommuna eigur at raðfesta øðrvísi og lyfta tað námsfrøðiliga virksemi, so kommunan við stoltleika kann siga, at hon ynskir meira námsfrøði, ið kann tryggja børnunum ein vælmentan barndóm.

Eg dugi ikki at síggja meiningina við, at tað verða brúktir pengar, tíð og orka uppá at útbúgva  námsfrøðingar hvørt ár, og so ikki virða teir og teirra arbeiðið. Gev teimum arbeiðsumstøður so tey fáa brúkt sína útbúgving til fulnar.

Eg havi sjálv roynt at starvast sum hjálparfólk á dagstovni, og tað kann eg bara ásanna, at tað er hart arbeiði. Eg taki virkuliga hattin av fyri bæði námsfrøðingum, lærarum og hjálparfólkum, fyri teirra arbeiði tey gera fyri okkara børn hvønn dag!!!

Anja Hartmann Wardum

Deil hesa grein umvegis
468 ad