Ja, ein øðilig sjálvprofilering fer fram á tingi í hesum døgum. Tykist sum valstríðið er byrjað!
Í dag er tað serliga eykajáttanin hjá samgonguni vit kjakast um. Nú talan er um so nógvar viðgerðir í senn bleiv eykajáttain viðgjørd saman við fleiri ymiskum uppskotum – serliga sosialmálum. Eingin ivi tykist at vera um, at sosiali radarin hjá samgonguni veruliga er slóknaður, sum Høgni Hoydal sigur so rætt sigur í grein í dag.
Øll minnast vit, at tað serliga var sosiala – og mentanarøkið sum skuldi spara á fíggjarlógini fyri í ár. Hevði skilt at peningurin til eykajáttanina ikki skuldi finnast hjá teimum sum longu høvdu kent spariknívin. Men so var ikki. Nei, nú skuldi lestrarstuðulin skerjast, foreldrini hjá børnum sum bera brek kunnu nú bert fáa fyri lønarmiss upp til 25.000 kr. Eisini skulu tímalønt - sum hvørki eiga rætt til løn undir sjúku ella barnsins 1. sjúkradag – nú sjálvi rinda læknaváttanina, tá tey eru sjúk.
Serliga heitti tjóðveldi á samgonguna um at koma við raðfestingunum – einari langtíðarløguætlan. Vit síggja, at summi verða meint rakt, meðan eingin langtíðarætlan er gjørd. Tað bæði undrar og ræðir.
Vit vóna, at tað skjótt fer at vára í føroyskum politikki!
