Bergtóra er sosiala tilvitskan í tinginum

27 October 2011
Skrivað hevur
Bergtóra H. Joensen

Undir CHE samgonguni varð samtykt, at stakir uppihaldarar skuldu fáa 500 krónur skattafrítt um mánaðin fyri hvørt barnið. Tá uppskotið varð viðgjørt á tingi, vóru tingmenn fjálturstungnir um, at um stakir uppihaldarar fingu tað ov gott, fóru familjurnar í upploysn. Eisini stúrdu teir fyri, at mong fóru at snýta skipanina, til dømis við at liva saman í parlagi, og kortini fáa stuðul.

- Eg ilskist um, at tá talan er um stakar uppihaldarar, kemur kjakið alt ov ofta inn á júst hetta, meðan tá uppskot um mvg, fiskivinnu og annað verða viðgjørd, er eingin, ið pippar um at skipaninar verða misnýttar, argast Bergtóra, sum er framsøgufólk Tjóðveldis í almanna- og psykiatrimálum.


Stakir uppihaldarar fyri vanbýti
- Fyri meg gevur tað stóra meining at vera ein rødd hjá støkum uppihaldarum, og hetta liggur mær frammaliga í huga í mínum tingarbeiði. Heimkomin til Føroya í 2005 sum sosialráðgevi fekk eg skjótt innlit í teirra kor. Sum forkvinna í sosialráðgevafelagnum var eg stigtakari til eina ráðstevnu um hetta evnið í 2007.

- Eg sá skjótt, at stakir uppihaldarar hava ongan kjans at seta føtur undir egið borð. Og soleiðis sum leiguumstøðurnar eru, høvdu tey bert møguleika til vánaligar íbúðir til okursprís við mannminkandi sømdum. Eisini eru trupulleikar í mun til fríplássskipanir, um vit samanbera við okkara grannalond.

- Í Føroyum rindar tann, sum ikki hevur barnið vanliga einar 1000 krónur og fær 40% aftur frá landinum. Í mun til tað sum eitt barn hevur tørv á, røkkur hetta ikki langt.

- Vit hoyra afturvendandi, at mangar familjur eru sperdar, men um ein familja við tveimum uppihaldarum er sperd, so kunnu vit siga okkum sjálvum, at tær við einum uppihaldara hava tað ómetaliga trupult.

- Tá vit í 2008 loksins fingu meirluta fyri at samtykkja 500 krónur um mánaðin pr barn til stakar uppihaldarar, var tað ein sigur, sum bøtti hjá støku uppihaldarunum. Kortini er langt eftir á mál. Vit hava eisini roynt við øðrum uppskotum, millum annað við at broyta skipanina við fríplássum og at stovna eina almenna skuldarráðgeving til tey sum treingja. Eisini hava vit heitt á landsstýrið at kanna, hví prísstøðið er so høgt í Føroyum borið saman við onnur lond. Uppskotini fullu tíverri.

- Tá Tjóðveldi gjørdi semju við samgonguna um húsalánsgrunnin og lóg um lutaíbúðir, komu vit eitt stórt fet víðari. Við hesum kundu vit geva eldri fólki fjølbroyttar íbúðarmøguleikar, sum tey hava uppiborið, og tað sama til stakar uppihaldarar.

Ung arbeiðsleys kunnu fáa varandi mein
- Missa vit arbeiðið, verða vit meinslað. Ung arbeiðsleys kunnu fáa varandi mein. Tí hjá okkum øllum er arbeiðssamleikin stórur partur av okkara samleika. Í dag hyggur arbeiðsmarknaðurin nógv at sosiala førleikanum, sum mennist eitt nú við at vera í arbeiði. Tí veksur trupulleikin, tess longur ein er uttanfyri arbeiðsmarknaðin.

- Tjóðveldi legði uppskot um at seta krøv um at hvørja ferð vit bjóða stórar verkætlanir, skulu byggiharrarnir taka lærlingar inn. Tað er serliga umráðandi, tí vit hava ov fáa lærlingapláss. Stórar verkætlanir mugu rúma lærlingum. Tað er ein felags ábyrgd, sum sjálvandi meistarar eisini eiga at taka á seg. Uppskotið varð felt við teirri grundgeving, at meistarin kann ikki vita, hvussu leingi arbeiði er. Hetta heldur ikki, tí eingin veit nakrantíð, hvussu leingi arbeiði er. At fara í læru er eitt gott alternativ hjá teimum, sum ikki vilja taka miðnámsútbúgving.

- Støðan er eisini álvarsom hjá ungum, sum steðga eftir fólkaskúlan. Tey skulu ikki fáa passiva veiting í fleiri mánaðir, uttan at krøv verða sett teimum. Tey skulu út og tey skulu í gongd. Samrøður, mentorskipanir, virkispraktikkir og nógv fleiri útbúgvingartilboð eru alneyðug.


Ein gleði at samstarva við hjá Høgna Hoydal
Spurd, hví hon eftir fýra ár í tinginum, aftur bjóðar seg fram, er hon kvik at svara:


- Tað meiningsfulla er at vera við har avgerðirnar verða tiknar, og tó at mann fegin vildi skift part av teim fólkavaldu út, finnast í tinginum eisini nakrar fantastikar menskur og dugnalig fólk. Skal eg nevna ein, er tað avgjørt Høgni Hoydal. Tað hevur verið ómetaliga meinigsfult og læruríkt at vera fyl hjá honum. Eg haldi, at hann evnar bæði at vera humanur, síggja við hjartanum, men eisini at seta problematikkir einfalt og greitt upp, so øll skilja tað. Umframt at hann dugir at finna loysnir.

- Tá formenn verða verða spurdir um sínar hugburðir, er tað altíð hann, sum skarar framúr, og kemur við kreativum og viðkomandi sjónarhornum og haldgóðum loysnum. Fyri meg hevur tað eisini verið fantastiskt, at hann altið er fúsur at práta, vísur umsorgan og at evnar finna loysnir. Hann tekur tey nýggju í álvara. Einki mál er ov lítið at venda við hann, sum eisini ger hann til ein framúrskarandi leiðara.


3 í eini handavending

Hvat er góður stílur?
At vera tann tú er, at viðganga at vit hava styrkir og veikleikar … og duga at fyrigeva okkum sjálvum og øðrum, tá vit hava gjørt okkurt skeivt heldur enn at duka okkum sjálvi og onnur í høvdið. Og so elski eg fólk sum duga at lurta, hava gott eygnasamband og empati. Tá verður fyrstahondsfatanin ongantíð av leið. Eg elski lívið og vil fegin útstrála, at lívið er vert at liva.

Hvussu gert tú teg klára upp á 5 minuttir?
Hmmm…busti tenn, vaski snýðið. Tjummi eina pena húgvu á høvdið - lipgloss og maskara skal eisini til.

Hvat er tað størsta tú hevur avrikað?
Persónliga eru tað sjálvandi børn míni. Politiskt var tað ein stórsigur, at lummapengarnir gjørdust fortíð, at eg havi gjørt mítt til at seta ljóskastaran á støku uppihaldararnar og avbjóðingar teirra – og fáa bøtt kor teirra eitt vet, men langt frá nóg mikið. Umframt hesi havi eg áhaldandi varpað ljós á at basa ungdómsarbeiðloysinum og skapa trivnað á arbeiðsmarknaðinum. At fyribyrgja strongd og endurskoða almenna starvfólkapolitikkin.