Aftur nú skipar Kvinnufelagið fyri einum góðum tiltakið. Kvinnurørslan eigur sín stóra part í, at støðan við kvinnum í politikki er so fræg, sum hon er í dag, og eg ivist ikki í, at Kvinnufeløgini runt um í landinum hava verið klekingarmaskinur og sostatt klakt: politikarar, fakfelagskonur, álitiskonur og við skeiðum og seminarum og stuðli givið teimum álit á egna megi. Felagið hevur skjótt 60 ár á baki, og tær kunnu vísa á nógv úrslit. Bert fyri at nevna okkurt týðningarmikið, so tók Kvinnufelagið tók upp spurningin um heimahjálp í Føroyum, áðrenn vit fingu tað. Og tað vóru kvinnurnar í Havn, ið fóru aktivt til verka fyri at fáa kvinnuligan kommunulækna í Havn. Slíkt sum í dag er ein sjálvfylgja, nú fleiri kommunulækner eru kvinnur og enn fleiri á veg.
Í tinginum er ungdómsting annaðhvørt ár – tá koma ung úr framhaldsdeildum í landinum á ting. Tey gera uppskot, seta fyrispurningar, og tað er so hugaligt og kveikjandi at hoyra tey. Tvær ungar gentur eg tosaði við seinast søgdu: Helt tað var megarotið at skula her. Helt politikkur sokkaði – men nú haldi eg, tað er ordiliga spennandi. Bað tær endiliga fara viðari og gerast aktivar í onkrum politiskum ungmannafelagið. Tað løgna var, at helmingurin at luttakurunum í ungdómstinginum eru ungar kvinnur….hvar blíva tær av, tá tær fáa valbæri?
Má leggja aftrat her, at fyri 32 árum síðani ætlaði Kvinnufelagið at skipa fyri kvinnutingi í tinginum, men tað var teimum noktað, tí tingið skuldi bert brúkast til seriøs endamál, var svarið.
Døtur mínar eru 10 ár. Tá eg seinast stillaði upp hildu tær tað vera so mogið. Tær hildu tað vera kulari, at eg arbeiddi í Eik, tí har var Bassi, meðan í tinginum vóru bara menn. Hildu ikki akkurát tingið vera tað besta brandið. Men onkursvegna, nú eg havi sagt teimum ein hóp um tað, vit gera í tinginum, - tær vitja meg har - og tingið hevur góðtikið, at mammur eru komnar fyri at vera, so er tað onkursvegna vorðið eitt arbeiðspláss, sum bæði tær og vinkonurnar halda vera kul – sum tær rópa tað.
Eg var so heppin at koma á ting við valið í 2008. Billaði mær inn, at eg fór at hurla eina rúgvu til í einari handavending. Meeeen so gott spældi klaverið ikki….avgjørt fingið skapt skilagóðar broytingar….men mugu sanna at ting taka tíð.
Nøkur mál vit hava rokkið eru: Lummapeningur til fólk á stovni, røktarheimum og psykiatriska deplinum, 500 kr mánaðarliga til stakar uppihaldarar, svimjihylin á Skúlanum á Trøðni, longt barnsburðarfarloyvi.
Mál ongin tímdi at stuðla ella kjakast um, nú eru bæði mál og orðingar komnar við í valuppleggum hjá fleiri flokkum. Tá almannamál eru fyri á tingi, salurin tómur, meðan vit í tímar kjakast um onnur álvarsmál.
Tá verjumálslógin var til viðgerðar í tinginum bleiv kjakast í 3 korter – tað er ein kempustór lóg – meðan tað orðaskifti um at skifta ljós í Leynatunlinum tók 7 ½ tím.
Eitt minus við at vera politikari…í øllum førum kvinnuligur politikari er, at man fær færri dansir. Tá makrelkjakið toppaði fóru eg og vinkonururnar uppsnollaðar í dans eitt leygarkvøld. Allar høvdu vit pyntað okkum og ætlaðu veruliga at swinga. Meðan tær fingu hópin av dansum, fekk eg ongan dans. Menninir komu yvir til mín gamaní, men við eittans endamáli: at tosa makrel!! Nokk so snópisligt.
Eg haldi, at eg havi sæð í praksis, at kvinnurnar kjakast øðrvísi enn menn hesa tíðina á tingi – tað merkir hvørki, at vit eru betri ella teir allir skulu út. Men saman fáa vit lýst mál úr øllum ættum og sjónarhornum, verða kunnaði um øll sjónarmið og vinklar og eru sostatt ílatin til at taka rættastu avgerðirnar.
Allar tit hollu, dugnaligu og deiligu kvinnur sum sita her – ein fyri hvønn flokk. Vóni at tit allar, og fleiri aftrat, umframt vit sjálvar manna tingið eftir valið. Tað hevði av sonnum flutt Føroyar framá :o)
Psykið tykkum upp, men lat eisini okkum psyka hvørja aðra upp. Ein megaóð vinkona mín situr við í panelinum her í kvøld - hon stillar upp fyri ein annan flokk enn eg. Tað hevur hetta valstríðið verið einastandandi at bakka upp og blíva bakkaður upp av henni. Vit mugu hava góð fólk í øllum flokkum, um vit vilja hava Føroyar framá.
Støku uppihaldararinir fáa so deilig a nógva rúmd í kjakinum – tá val er. Meðan tær fáa væl minni rúmd ímillum valini, og ikki nokk við tað. Útsøgnir sum at familjurnar fara í upploysn um tær fáa tað ov gott havi eg hoyrt meir enn einaferð, umframt at ær vera kriminaliseraðar. Havi fleiri ferð hoyrt at sagt verður um støku uppihaldararnar, at tær als ikki eru stakar allar – summar siga tað bara fyuri at fáa sum mest frá tí almenna. Sjálvandi skal eingin misnýta eina skipan. Men eg haldi tað vera hugstoytt at hetta verður sagt um støku uppihaldararnar, meðan eg ongantíð hoyri nakran siga øvugt orð um tey sum misbrúka MVG lóg, skattalóg, fiskiloysir og so framvegis.
Minnist, tá eg hevði verið á tingið í nakrar krákumánaðar. Tá vóru fleiri sum søgdu: - Bannað veri also….nú eru allar hesar kvinnurnar komnar inn og tað verður framvegis bara tosa um tunnlar og her hendur einki. Eitt feitt um talan er um menn ella kvinnur ella menn á tingi.
Minnist eg bleiv sera stoytt og kanska eitt sindur kedd. Men hugsaði so, hvussu vit kvinnur høvdu varpað ljós á ymisk mál, hildu kjakinum koyrandi og fingu øði í grindina viðhvørt…
Kom tó eisini at hugsa um hesa søguna um krossfiskin í Goa: Vit eru stødd á einara strond í Goa – hon er 300 km long. Árla er á morgni og ein smágenta spákar sær ein túr á strondini. Flóð hevur verið alla nattina, men nú er fjøra aftur.
Á strondini liggja tusundtals krossfiska – kanska milliónir. Um fáar tímar verða hesar uppturkaðar av brennandi sólini. Gentan bukkar seg aftur og aftur niður og tekur ein krossfisk upp og blakar tær út á hav.
Ein maður kemur yvir til smágentuna og sigur ‘Hví gerst tú hatta? Sært tú ikki at hatta er nyttuleyst? Her eru 300 km strond, og tú fært bjarga einum lítlum brotparti. Tað tú gerst er púra meiningsleyst.’
Gentan bukkar seg niður, tekur einkrossfisk upp, hyggur at henni og blakar hana út á sjógv.
- Eg vænti ikki at hasin krossfiskurin, eg júst blakaði út á sjógv er samd við tær, svarar hon honum.
Kanska eru fetini ikki altíð nóg risastór, men lítil bati er betri enn eingin bati.
Ein annar síðuvinningur er, at onkrir menn siga, at teir tosa knapt so hvast og keðiligt við hvønn annan eftir at nakrar kvinnur eru komnar a ting.
Onkur hevur sagt, at javnstøða er ikki, fyrrenn vit hava líka nógvar vánaligar kvinnur sum menn á tingi. Kann tulkast sum vit ikki skulu hava virðing fyri hvør øðrum, so er ikki. Men tað sum eisini liggur í hesum orðum er, at kvinnur skulu vera nógvar dugnaligari og arbeiðssamari enn menn fyri yvirhøvur at vera valdar.
Aslaug Gisladóttir skilagóð kvinna hevur skrivað spesialið um kvinnur í politikki. Hon segði á einum fyrilestri hjá Demokratiu: ”Ikki fyrr enn kvinnurnar eru umboðaðar við meira enn 30 % endurspeglast tað veruliga í retorikkinum í parlamentinum.”
Latum okkum vóna og veruliga arbeiða fyri at hesi 30 % gerast veruleiki eftir komandi val. Um vit 8 skilakvinnur og einar 5 – 6 aftart verða valdar komandi leygardag – so verður ikki so galið á Føroya Løgtingi.
At enda minnist til at gverast limir í Kvinnufelagnum. Tað er ein góður pallur, ið eigur eitt herligt hús Mettustovu úti á Reyni at virka í. Hetta kann gerast tykkara annað heim, tá tit eru politikkarar. Tað havi eg hoyrt kvinnur siga.
Seinasta sitat mítt í kvøld eru hesi orð hjá Leu Tutu. Hon orðaði seg soleiðis: A woman who wants to be a man has no ambition at all!
Góðan fund góðu konur – og gott val - gleði meg.