Vón og vøkstur

30 September 2011
Skrivað hevur
Bergtóra H. Joensen


Orð sum at taka ábyrgd, og at børn okkara skulu ikki arva skuldinia av okkara nýtslu, vóru nevnd. Havi áður skrivað um hetta at hugsa tað óhugsandi og í felag at fylgja málinum, um landið skal gerast heimsins besta at liva í. Hví ikki, tá allir formenn eru samdir um at samstarva, miðja fram ímóti eini samgongu, har allir flokkar taka ábyrgd og hava ávirkan?

Vónin er týdningarmikil í politikki. Vón og vøkstur hoyra eisini saman. Eru fólk ótrygg, so tora tey, ið hava pening, ikki at brúka pening. Fáa tey eina vón, so gerast tey trygg og tora at brúka uppspardan pening, og tað er gott fyri landskassan. Kanska tey eisini bæði tora og hava hug at støðast í Føroyum, tí tað er hugaligt at vera við til at fáa tað at bera til. Her er tað, vón og vøkstur fylgjast.

Løgið við tí at hugsa tað óhugsandi. Fyri 20 árum síðani kom smábarnabók út í Týsklandi. Skuldi keypa hana til guddótrina, ið býr í Danmark. Pápin segði, at hon ynskti sær júst hana. Mundi svíma, tá eg fekk bókatittulin: Moldvørpan, ið vildi vita, hvør hevði kukkað á høvdið hjá henni.
Las bókina fyri bróðirdøtrunum. Tær vóru ovurfegnar, kátar og fnisandi (3 og 5 ára gamlar), meðan eg las . Henda bók er nú umsett til hópin av málum og gjørdist eitt satt gullegg fáa vit at vita, nú hon í dag er 20 ára gomul.

Og so má eg hugsa ein tanka, ið als ikki er óhugsandi. Hvat kunnu Janus á Húsabrúgv, Bárður Oskarsson, Rachel Helmsdal og onnur ikki avrika á hesum øki í altjóða bókaumhvørvinum?