Vit hava serliga seinasta árið hoyrt og lisið upp í saman frá nøkrum
sambandsfólkum og summum javnaðarfólkum ábreiðslur móti
fullveldissamgonguni, sum fyri nøkrum árum síðani samtykti at minka um
blokkin við einum fjórðingi, 366 milliónum. Allar landsins ólukkur
tykjast at stava frá hesum vælsignaða blokkniðurskurði.
Summi meta hesa minking í blokkstuðlinum at vera størsta framstig á
sjálvnbjargnisleið føroyinga í mong ár og hava styrkt munandi um
sjálvsvirðing okkara, meðan onnur meta hana at vera størstu vanlukkuna
í føroyskum politikki.
Kanska er ikki av leið at siga hesum sambands- og javnaðarkvinnum og
-monnum frá í hesum sambandi, hvat løgtingið samtykti í løgtinginum í 1948.
Uppskotsstillararnir vóru m.a. javnaðarmaðurin Petur Mohr Dam og
sambandsmenninir Andrass Samuelsen og Kristian Djurhuus. Løgmaður var
nývaldi Andrass Samuelsen, meðan hinir báðir vóru nývaldir
landsstýrismenn.
Uppskotið hjá teimum varð samtykt í løgtinginum hin 13. mai 1948, og
samtyktin ljóðaði at leggja undir heimastýrið millum onnur hesi mál:
Kommunalmál
Byggingar- og brunamál
Fólkayvirlit
Apotek
Arbeiðaraviðurskifti
Skattamál
Skjalasavn
Bókasøvn
Gripagoymslur
Friðan av bygningum og náttúrufriðan
Vatnorkustøðir
Samferðslumál, eitt nú vegir og ferjur
Telefonmál
Elektrisk virki
Landbúnaðarviðurskifti, eitt nú útskifting og húsdjóraalan
Skógrøkt
Djóralæknamál
Djóravernd,
Jakt og friðan av djórum
Fiskiskapur og friðan av fiski
Matrikulsmál
Sjónleikar- og ljósmyndarloyvi
Prísansan
Reglur um rúsdrekka
Vinnumál
Skipaskráseting
Ferðamannaviðurskifti
Og hetta er bert ein partur burtur úr rúgvuni av málum, ið vóru
yvirtikin við løgtingssamtykt hin 13. mai 1948. Eftir uppskoti frá
leiðandi sambands- og javnaðarmonnum.
Eg fegnist um, at so frætt var av stirðli í sambandsmonnum tá. Munnu
ikki flestallir føroyingar kenna tað sum nakað náttúrligt, sum nakað
sjálvsagt, at hesar yvirtøkur vóru framdar?
Hesar yvirtøkur, sum sambandsflokkkurin og javnarflokkurin framdu í
1948, hava sum vera man kostað landskassanum nakað gjøgnum árini.
Og eg fari við hesum at lata tað upp í hendurnar á sambandsfólkum at rokna út árligu milliónaupphæddina, ið hava staðist av hesum
yvirtøkum, og síðani at falda hesa upphædd við 63 - fyri at fáa fram
talið, sum vyritøkur sambandsmanna i 1948 hava "kostað" landskassanum
higartil.
Kanska fara tey so at øtast og halda hyggjuráðini vera at strika hesar
yvirtøkur, soleiðis at danski staturin (les danski arbeiðsmaðurin,
krambakvinnan, skrivstovufólkið, vinnurekandi) aftur fær ábyrgdina av
hesum partinum av landshúsarhaldi føroyinga. Tí at tað kostar ov nógv
sjálv at reka okkara egnu vegir, ferjur, telefonverk, vatnorkustøðir,
apotek, bókasøvn og so framvegis...
Man fram eina menskari sjón.
Bergtóra Høgnadóttir