Hon er ivaleys, tá hon verður spurd, hvat tað var, sum fekk hana at stilla upp: Tað var lummapengarnir. - Tað var sum at fáa ein frammaná, tá eg kom heim í 2005, tí eg hevði fingið starv í psykiatriini á landssjúkrahúsinum, at síggja fysisku karmarnar. Her var eingin barna- og ungdómsdeild. Har vóru fólk, sum fingu lummapengar heldur enn pensión, tí tey høvdu búð á psykiatriska deplinum í minsta lagi í ½ ár, og summi høvu búð har í fleiri áratíggju. Tað var greitt fyri mær, at hetta kundi gerast betri.
Bergtóra er ein teirra í tinginum, sum í øllum hon tekst við, veruliga tykist at brenna fyri málinum. Hon er nærverandi og lurtandi, og eygnasambandið er alla tíðina fast. Spurd, hvørji mál hava hennara størsta áhuga, er eisini greitt, at hon er samkennandi og ávísan mun hugsar við hjartanum.
- Míni hjartabørn eru psykiatiska økið - recovery, trivnaður á arbeiðsmarnaðinum, strongd, stakir uppihaldarar og rúmligur arbeiðsmarknaður. Harumframt fyribyrgjandi arbeiði innan hetta sama, fyri at varðveita góða sálarheilsu. Hesi árini í tinginum hava eisini givið latið míni eygu upp fyri einum hjartabarni afturat: okkara gomlu.
Pensión heldur enn lummapening
- Tað var ein av meiningsfullu sigrunum, tá psykiatriskir sjúklingar fingu rætt til pensión. Tjóðveldi setti hetta krav: skuldi pensjónsskipanin broytast var ein fortreyt, at tey menniskju sum høvdu mist rættin til pensión hava fingið hendan rættin aftur. Tað gav meining, tá hetta eyndaðist. Tó at hetta fyri mong var eitt smámál, hevði hetta nógv at siga fyri tey 390 menniskjuni, sum alt ov ofta kenna seg niðurraðfest - fyri tey var hetta eitt frambrot. Tá sovorðið eydnast, er tað ein góð kensla – og tá er politikkur alt.
Antin fært tú allan pakkan ella púrt einki
- Áðrenn eg kom í tingið, hevði eg ikki reiðiliga givið mær far um eldraøkið. Tá eg gjørdist framsøgufólk í almannamálum og psykialtri, fekk eg áhuga í tí, tí eldrapolitikur fyllir munandi í hesum leikluti.
- Seinastu árini í løgtinginum eri eg eisini vorðin sera áhugað í eldraøkinum. Tað er hjartaskerandi, at vit bara byggja røktarheimspláss til tey gomlu, tí tey allarflestu gomlu vilja inniliga fegin vera heima hjá sær sjálvum sum longst. Vit skulu minnast til, at eldri fólk eru líka fjølbroytt sum restin av føroyingum. Tað ber ikki til at siga, at antin mugu tey búgva í egnum sethúsum ofta uttan røttu hjálpina, ella mugu tey á røktarheim.
- Hagtøl siga, at føroyingar búgva á røktarheimi í 4 ár. Í øðrum norðanlondum búgva tey í miðal í 2 ár. Sambært hagtølum eru Føroyar tað landið har flest fólk yvir 67 ár búgva á stovni – í flestu førum á røktarheimi. Vit skulu ikki freistast til at halda, at tað merkir, at tey hava tað betri á okkara røktarheimum, men spurningurin er hinvegin, um summi fara ov tíðliga á røktarheim. Var gjørligt fyrst at fáa eina fittliga íbúð við heimatænastu og síðani eina varda íbúð, so vænti eg ikki at bíðilistin til røktarheim var so langur sum nú, tá røktarheim er at kalla einasta alternativið til sethúsini.
Við verandi skipan letur landið 700.000 í stuðuli til bygging av hvørjum røktarheimsplássi, tí byggja kommunur bert røktarheim. Heldur áttu vit at lagt okkum eftir at skapa lívsdygd við fjølbroyttum innihaldi til tey, ið framvegis eru nóg birg, har tey kunnu vera saman um ymisk tiltøk, matarskipan, reingerð, klæðnavask, medisinumsiting, tilkallihjálp, hava møguleika at røra seg og hava sítt egna heim. Hetta er harumframt ein bíligari loysn enn røktarheimspláss.
- Eitt røktarheimspláss kostar eina hálva millión árliga – hetta svarar til 1886 tímar heimahjálp, sum svarar til 5,2 tímar heimahjálp um dagin. Her ruggar ikki rætt. Antin fær tú einki ella ert tú á røktarheimi, sum støðan er.
3 í eini handavending
Hví heldur tú tað vera gott at búgva í Føroyum?
- Tað er her tey búgva sum eg eri allar, allarbest við. Eg vil, at míni børn skulu vera føroyingar, og tað er hetta samfelagið, eg vil hava mína ávirkan á. Og tað ber til. Føroyar er og verður mítt heim. Eg treivst væl í Danmark, men ivaðist ongantíð í, at eg skuldi heimaftur.
Hvat hevur tú fram um aðrar politikarar?
- Fleiri dugnaligir politakar eru. Mínar dygdir eru, at eg serliga eri upptikin at teimum málum, sum tey fæstu eru mest upptikin av. Tí haldi eg at tinginum tørvar meg.
Hvat gert tú, tá tú ikki arbeiðir?
- Mær dámar væl at renna og at rógva. Og so eigi eg tvíburardøtur sum eru 10 ár. Og ein góðan mann. Uttan familju og vinir hevði eg einki. At vera saman við teimum er altíð hugaligt og stuttligt.