Bergtóra spyr um afturlating av deild 1 á Psykiatriska Deplinum

24 September 2009
Skrivað hevur
Bergtóra H. Joensen


Í sambandi við sparingarnar á Landssjúkrahúsinu er eisini avgjørt at lata aftur Deild 1 á Psykiatriska Deplinum. Hetta er deildin, sum var tann fyrsta av teimum psykiatrisku deildunum her hjá okkum, og sum í komandi mánaða heldur sín 40 ára dag. Hendan deildin var eisini rakt av ógvusligum sparingum fyri nøkrum árum síðani og varð tá skerd til at vera ein fimmsamdøgursdeild.

Talan er um opna deild, har 14 seingjarpláss eru. Tey sum eru innløgd á deild 1 kunnu til dømis vera:


• Fólk, sum eru innløgd vegna sálarsjúku fyri fyrstu ferð


• børn og ung sum hava tørv á innlegging – eftirsum eingin barnapsykiatrisk deild er


• fólk, sum hava verið sera sjúk, og kanska verið á afturlatnari deild, men sum nú hava tað frægari, men ikki eru klár at verða útskrivað kortini


• Yngri fólk við etingarólagi, sum til fyri fáum árum síðani oftani vórðu send til viðgerðar í Danmark


• Fólk í øllum aldri við tunglyndi og svárari angist

Tá deild 1 letur aftur, verða brádliga 14 seingjarpláss færri til sálarsjúk fólk. Á Psykiatriska Deplinum eru í dag 50 seingjarpláss. Av teimum eru 20 seingjarpláss, sum verða brúkt av liðugtviðgjørdum sjúklingum, sum bara bíða eftir einum bústaðartilboði 14 songjarplássí Nærverkinum. Sostatt eru tað 30 songarpláss til viðgerð av sjúklingum, sum hava her og nú viðgerðartørv. At tað soleiðis verða skorin burtur 14 songjarpláss vil siga, at songjarplássini til fólk við aktuellum viðgerðartørvi verður skorið við við 50 prosentum. Tað fer at hava svárar avleiðingar fyri psykiatriskar sjúklingar, tað sum eftir er av árinum. Tað merkir, at bíðilistin til innlegging verður longri. Fólk verða helst útskrivað fyrr ynskiligt í summum førum, og tey sum verða innløgd verða verri fyri enn áður, tí rúm ikki er fyri teimum tá tey hava tørvin. Tað merkir, at viðgerðartíðin verður enn longri.

Tað sum kanska eisini eyðkennir deild 1 er, at sjúklingarnir hava fótað sær so mikið, at tey kunnu spegla sær og birta vón hvør hjá øðrum. Tosa verður við tey um útbúgving og arbeiðsmarkna og kanska funnið verður útav, hvussu tey kunnu koma til arbeiðis aftur. Nú deildin letur aftur, missa sjúklingarnir hendan møguleika. Tá tey eru innløgd á deild 1 fáa tey alla ta professionellu hjálpina tey hava tørv alt samdøgrið – fleiri teirra hava ikki orkuna til at taka av ambulantu viðgerðini. At vera á aðrari yvirfyltari deild á stovu saman við fleiri og nógvari órógv er ikki besta sálarbótin.

Ein barna –og ungdómspsykiatrisk deild er ongantíð raðfest ovaliga politiskt, og tí hevur deild 1 vanliga verið deildin hjá børnum, ungum og teirra familjum, tá illast hevur viljað til. Nú er afturlatin deild ella ein deild, har fólk eru sera illa fyri sálarliga einasti møguleikin. Ein alt annað enn ynskilig støða fyri barnið, hin unga og familjuna.

Fleiri teirra, sum í dag verða innløgd á deild 1 hava ein arbeiðsgevara, men nú sjúkralegan kann gerast væl longri enn í dag, eru tey í størri vanda fyri at missa starvið. Ofta hava tey ikki orkuna til at varðveita sambandi við arbeiðsgevarní longu sjúkraleguni. Vandin fyri at missa starvið verður alsamt størri, jú longri tey eru sjúkrameldað. Missa tey starvið, kann sjúkralegan gerast enn longri og ein negativ ringrás er byrjað.

Psykiatriski depilin hevur megnað nógv nýggj viðgerðartilboð, nógv nýggj átøk, umframt at útbúgva starvsfólkini væl, at rekruttera og fasthalda góðum starvsfólkum, hóast vónleysu karmarnar og lítla politiska raðfesting.

Mangt bendir á, at Psykiatriski Depilin hevur havt avbera lága politiska raðfesting øll árini. Fleiri prógv eru um hetta:


Verandi karmarnir hjá Psykiatriska Deplinum tala fyri seg. Fysisku karmarnir eru niðurslitnir og á allar hættir ótíðarhóskandi. Ofta eru fleiri sjúklingar á hvørjari stovu – hvør við sínum tørvi. Felags toilett og baðirúm er eisini gerandiskostur.


Ætlanir um at byggja nýggjan depil ella umvæla verandi depil er útsettar fleiri ferðir.
Á Psykiatriska Deplinum búgva framvegis fólk – nøkur teirra síðani í 70-unum – tí eingin hevur raðfest polititiskt, at byggja teimum eitt hóskandi heim. Tí tey búgva á Psykiatriska deplinum fáa tey einans lummapening og ikki fyritíðarpensjón, sum tey høvdu fingið um tey høvdu havt eina varda íbúð ella búð í einum sambýli.

Fyrsti oktober er gildiskoman fyri nýggju psykiatrilógini. Um vit lesa s. 3 í viðmerkingunum til nýggju psykiatrilógina skrivar heilsumálaráðið millum annað soleiðis:

“At bøta um viðurskiftini hjá psykiatriskum sjúklingum er ikki bara at áseta eina røð av formligum
rættartrygdum. Tey eru eisini í stóran mun treytað av, at tær neyðugu upphæddirnar verða
veittar til tess at tryggja, at uppihaldið hjá sjúklingunum á sjúkrahúsi fer fram undir
tíðarhóskandi umstøðum og kørmum, so sum bygningar og høli, normering av seingjum og av
starvsfólki, førleiki hjá starvsfólkum, hugburður og mannagongdir mótvegis sjúklingum og
avvarðandi, høvi at vera uttandura og tilboð um arbeiði/ítriv, útbúgving og annað virksemi. Í
tí nýggju psykiatrilógini er tí ein áseting, har tað skilst, at landsstýrið skal bjóða
sjúklingunum, at uppihaldið á sjúkrahúsi fer fram undir tíðarhóskandi umstøðum, sum eru í
samsvari við góðan psykiatriskan sjúkrahússtandard, við tí í hyggju at fyribyrgja og avmarka
nýtsluna av tvingsli.”

Hesar eru nakrar av viðmerkingunum frá heilsumálaráðnum til nýggju psykiatrilógina. Sjálvan gildiskomudagin fyrri nýggju psykiatrilógini 1. oktober, letur deild 1 aftur restina av árinum. Í hesum ljósi tykjast viðmerkingarnar margháttligar – fyri ikki at siga pínligar. Tí hesar spurningar til landsstýrismannin í heilsumálum:

• Hevur landstýrismaðurin roynt at fyribyrgt, at deild 1 letur aftur frá oktober ’09 til januar ’10?


• Á hvønn hátt ímyndar landsstýrismaðurin sær, at afturlatingin kemur at ávirka sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk á deplinum?


• Heldur landsstýrismaðurin, at tað er virðiligt at deild 1 – hin einasta av sínum slag í Føroyum - letur aftur í einum vælferðarsamfelag?


• Heldur landsstýrismaðurin at hetta er í trá við nýggju psykiatrilógini sum verður sett í gildi 1. oktober?


• Hvussu ber tað til, at landsstýrismaðurin í umbønini um eykajáttan til Landssjúkrahúsið, sum liggur í tinginum, ikki hevur søkt um eykajáttan til psykiatriska økið?


• Ætlar landsstýrismaðurin at hækka játtanina á fíggjarlógini komandi ár til psykiatriska depilin?