Lýsing

Jakup Dam

Giftur við Gunnvá Dam og eiga synirnar Teitur, Ási og Arnar.

Eri føddur og uppvaksin í Kollafirði og eri útbúgvin lærari. Arbeiði sum lærari í Kollafjarðar skúla.

Havi sitið í Tórshavnar býráð nú skjótt í tvey valskeið. Størsta partin av fyrru skeiðnum í andstøðu, men seinna skeiðið í samgongu. Havi báðar seturnar havt gott samstarv við allar býráðlimir.

Havi sitið sum formaður í Teknisku nevnd og sum formaður í Økis nevndini hesa seinastu setuna. Hetta hevur verið ein stór avbjóðing, men eisini ein sera spennandi og lærurík uppgáva, sum mær hevur dámað sera væl. Eg havi enn fleiri mál, sum eg kundi hugsa mær at fingið avgreidd. Tí velji eg at bjóða meg fram at verða valdur enn eina setu í Tórshavnar  býráð.

Umframt formanssessirnar so havi eg eisini sitið í Byggi- og býarskipanarnevndini/Mentanarnevndini, Vinnunevndini og í Fjarhitafelagnum.

Míni hjartamál eru at skapa allar bestu karmar fyri okkara yngstu og elstu borgarunum í kommununi. Hetta er sjálvt kjarnuøkið hjá kommununi.

Bæði á dagstovna økinum og á eldraøkinum liggja stórar uppgávur fyri framman. Hóskandi stovnar skulu vera til øll og bestu umstøður skulu vera innan veggja bæði til tey eldru og til børnini.

Hoyvíkar skúli skal dagførast

Røkt og viðlíkahald skal framhaldandi raðfestast. Nýggj rakstrardeild er sett á stovn og heldur til í spildur nýggum bygningi við Oyggjarvegin. Fortreytirnar fyri at røkja og viðlíkahalda alla kommununa er nógv betri nú enn nakrantíð. Enn fleiri pengar skulu setast av til hetta.

Tað er skjótt at tann lítli hvørvur í stóru fjøldini. Tí er tað, at eg sum bygdamaður í býráðnum havi serligan áhuga fyri bygdunum í kommununi – ikki um at tala fyri heimbygdini.

Sjálvandi er tað ein sjálvfylgja at trivnaðurin eisini verður settur í hásæti.

Kommunan skal skapa karmar fyri fjølbroyttum bústaðarmøguleikum bæði á bygd og í bý

Karmar skulu skapast fyri, at vinnan kann búleikast og trívast í kommununi. Fleiri vinnustykki skulu fáast til vega.

Aðrar stórar avbjóðingar liggja eisini fyri framman. Innkomuvegurin og parkeringsviðurskiftini í miðbýnum skulu loysast.

Vit skulu framhaldandi hava eina góða bussleið.

Og til allar seinast havi eg hug til at nevna, at tað er av stórum týdningi at kommunan verður stýrd væl og virðiliga fíggjarligt. Kommunan er væl fyri fíggjarligt sum er, og tað vísir bara, at væl er stýrt av undanfarnu býráðum.

Nógv onnur mál kundu verið nevnd afturat, men í stuttum vil eg siga tað soleiðis, at eg altíð sum vanligt fari at brúka vit og skil í hvørjum einstakum máli, sum gagnar kommununi og borgarunum, sum her búleikast.

Tórshavnar kommuna skal mennast enn meir

 

 

X