Lýsing

Gamlir privatvegir í Tórshavnar kommunu skulu yvirtakast

Tað er so at siga gerandiskostur, at borgarar seta seg í samband við kommununa og spyrja, hví kommunan ikki heldur teirra veg viðlíka. Og tá er svarið, at vegurin er privatur, og at kommunan ikki hevur heimild at viðlíkahalda  vegin.

Ofta eru tað borgarar, sum als einki vita um, at teirra vegur er privatur, og tí heldur einki vita um, at kommunan ikki heldur vegin. Í flestu førum er talan um gamlar vegir,sum hava ligið í órøkt í nógv ár. So mikið gamlir vegir, at upprunaligu eigararnir ikki longur eru millum okkum. Tí eru hetta púra óvitandi borgarar, sum hava keypt sær eina ogn í kommununi og vænta at fáa somu sømdir sum øll onnur í kommununi. Hetta eru borgarar, sum gjalda skatt sum øll onnur, og sum tí eisini eiga at fáa somu rættindi til tænastur, sum kommunan veitir. Men soleiðis er ikki, og tað er órættvíst.

Hetta skal broytast, tí um kommunan ikki yvirtekur hesar gomlu og órøktu vegir, so gerst hesin trupulleiki bara størri og størri. Tað kann ikki vera upp til tann einstaka borgaran, sum óvitandi hevur keypt sær eina ogn við ein privantan veg, at halda vegin viðlíka. Tí er neyðugt, at kommunan tekur um endan.

Á seinasta býráðsfundi varð skjøtil settur á hendan trupulleika, tá býráðið einmælt samtyki at yvirtaka tann partin av Heinagøtu, sum er privatvegur frá 1972. Hesin vegurin verður tí asfalteraður og settur í stand í nærmastu framtíð.

Skulu gomlu privatvegirnir í kommununi yvirtakast, so krevur tað eisini, at enn fleiri pengar verða settir av til viðlíkahald av vegum. Her er tó neyðugt við raðfesting, soleiðis at teir ringastu vegirnir verða fyrst gjørdir.

Verði eg valdur aftur í býráðið, fari eg at arbeiða fyri, at gomlu privatvegirnir í Tórshavnar kommunu  verða yvirtiknir og hildnir viðlíka, soleiðis at allir borgarar í kommununi fáa somu tænastu.

Jákup Dam býráðslimur og valevni á lista E

 

Jákup Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad