Lýsing

Tí stilli eg upp

Fyri skjótt trimum árum síðani valdi eg fyri fyrstu ferð at stilla upp í politikki, og eg varð valdur í Tórshavnar býráð. Hesa stóru álitisváttan havi eg tikið í fullum álvara, og hevur hetta eisini verið ein sera stór og avbjóðandi uppgáva.

 

Í býráðnum siti eg í vinnunevndin, byggi- og býarskipanarnevndini og í økisnevndini. Hendan tíðin í býráðnum hevur givið mær so mikið av politiskum royndum, at eg nú havi valt at fara eitt stig víðari –  upp í landspolitikk.

 

Í landspolitikki fari eg at arbeiða fyri at fáa Føroyar politiskt stálvstøðugar, búskararliga sjálvbjargnar, sosialt rættvísar, vinnuliga fjølbroyttar, útbúgvingarliga og mentanarliga sterkar.

 

Vit skulu fremja okkara egnu føroysku loysnir í einum nútímans samfelag, har vit hava álit á og virðing fyri egnum tilfeingi, og at vit kunnu menna okkara egnu førleikar.

 

Álitið á politisku skipanina má endurnýggjast. Verður mær víst álit til løgtingsvalið 1. sept., so fari eg at gera mítt til at endurreisa álitið í politisku skipanini í Føroyum.

Jákup Dam, listi E

 

Jákup Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad