Lýsing

Býráðsvalið 8. nov.

Tá eg fyri skjótt fýra árum síðani fyri fyrstu ferð stillaði upp til Tórshavnar býráð bar eg fram, at tað var av stórum týdningi fyri Kollafjørð at hava umboð í býráðnum, tí viðkomandi veit, hvat rørir seg millum fólkið í bygdini. Eg lovaði at fara positivt til verka og arbeiða fyri teimum málum, sum eg helt vera týdningarmikil fyri at menna bygdina. Sum lova so gjørt.

Í góðum samstarvi við allar núsitandi býráðslimir kann eg staðfesta, at nógv av mínum hjartamálum eru komin í gjøgnum, tó um okkurt liggur á láni og bíðar. Her havi eg hug bert at nevnda nøkur.

Nýggi dagstovnurin í bygdini er í fer við at vera liðugur, og verður endaligt tikin í brúk seinni í mánaðinum. Hetta er eitt stórt framstig fyri okkara yngstu borgarar í Kollafirði, tí verandi umstøður hava verið ótolandi bæði fyri børnini og starvsfólkini.

Spakin er settur í nýggju útstykkingina í bygdini. Hetta hevur eisini verið eitt átrokandi mál, tí ein fortreyt fyri at halda lív í og menna bygdina er, at fólk sleppa at byggja nýtt. Alt ov nógv ár eru liðin síðani seinastu útstykking, men nú er hetta málið fyribils loyst, so at 22 nýggj hús kunnu byggjast í næstum, og vónandi kemur aftur ferð á sethúsabygging í Kollafirði.

Bátahylurin við Sjógv verður dagførdur. Nýmótans bátabrúgvar eru lagdar út við øllum tilhoyrandi hentleikum. Hetta verður so eisini við til at menna um trivnaðin í bygdini, tí eisini verður økið við bátahylin dagført. Dagføringin av bátahylinum v.m. verður eisini tikin í brúk seinni í mánaðinum.

Tilboð til tey ungu varð sett á stovn fyrst í árinum. Stórt ynski hevur verið millum bygdafólkið um at fáa slíkt ungdómstilboð at virka í Kollafirði. Og tey ungu hava tikið væl ímóti hesum tilboði, og hetta hevur virkað væl, og fólk eru glað fyri skipanina.

Í stuttum so fari eg at virka fyri at fólkið í bygdunum fáa so vítt møguligt somu kor og somu tænastur, sum fólkið í tættbýlunum í og kring høvuðsstaðin.

Hóast eg serliga ætli mær at taka mær av teimum málum, ið viðvíkja Kollafirði og bygdunum í kommununi, so fari eg sjálvandi eisini at gera alt fyri at fáa loyst tey mál, ið gera Tórshavn til ein enn betri bý at búgva í – ein høvuðsstað, sum allir føroyingar kunnu vera ernir av.

Nógv mál eru loyst, men nógv mál eru tó enn eftir at loysa. Um eg verði valdur 8. nov., so fari eg positivt til verka. Eg ætli at røkka øllum borgarum, bæði á bygd og bý. Eg fari í komandi greinum at lýsa hesi mál nærri.

Jákup Dam, býráðslimur og valevni Tjóðveldsins til Tórhavnar býráð

Jákup Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad