Lýsing

Vetrarfriðingin skal avgreiðast

Eitt av málunum, sum eg setti mær fyri at loysa í hesi býráðssetuni, var at fáa seyðin úr bygdum øki. Flestu kommunur í Føroyum hava longu loyst hendan trupulleika. Tíðin, har fólk og seyður mala um beinini á hvørjum øðrum, er farin. Og hesa uppgávu eigur Tórshavnar býráð eisini at loysa fyri sínar borgarar, soleiðis at seyðurin heldur til uttan fyri bygt øki, meðan fólkið í frið og náðum kann húsast innanfyri.

Mín meining er, at tað eigur ikki at vera ein skylda hjá tí einstaka longur at girða seg inni fyri at fáa frið fyri seyði – hetta hoyrir stutt og greitt ikki nútíðarsamfelagnum til.

Hóast eg havi arbeitt miðvíst við at loysa henda trupulleikan í hesi býráðssetuni, so er málið tíverri enn ikki endaliga loyst.

Málið hevur kortini verið nógv viðgjørt í býráðssamanhangi, og fyrr í ár samtykti fíggjarnevndin at fara undir eina heildarloysn at vetrarfriða alla kommununa og at seta pening av til arbeiðið í samband við fíggjarætlanina 2017.

Umsitingin hevur nú gjørt hesa heildarætlan, og verður peningur settur av í komandi fíggjarætlan, so kann hetta arbeiðið byrja longu í komandi ári.

Vetrarfriðingin er framvegis eitt av mínum hjartamálum at fáa loyst, og verði eg afturvaldur í býráðið, fari eg at seta alt inn uppá at fáa vetrarfriðingina endaliga avgreidda so skjótt sum gjørligt – helst longu í komandi ári.

Jákup Dam, býráðslimur og valevni til Tórshavnar býráð

 

 

 

 

Jákup Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad