Lýsing

Varandi orkukeldur á breddan

Føroyar hava sera góðar náttúrugivnar fyritreytir fyri at menna varandi orkukeldur. Vit hava. m.a. fossamegi, vindorku, sjóvarfalsorku, alduorku, jarðhita. Her eru nógvir møguleikar  at útbyggja innan grønu orkuna, soleiðis at vit sleppa undan oljuni, sum dákar umhvørvið illa, tá hon verður brend. Tí er neyðugt at samtykkja eina miðvísa ætlan fyri menning av varandi orkukeldum.

Tað er okkara skylda at lata umhvørvið í okkara vakra landi aftur í góðum standi, tí umhvørvið hava vit bert til láns. Okkara búðskaparmenning skal tí mest møguligt byggja á grøna orku.

Tað almenna skal ganga á odda og vísa vegin við, at allir almennir nýbygningar skulu vera mest møguligt orkusparandi og hitast við grønari orku. Ein orkusparingarætlan skal gerast fyri allar almennar bygningar. Stuðulskipanir  skulu gerast, soleiðis at tað loysir seg bæði hjá privatum húsarhaldum og hjá vinnuni at gera íløgur í grønar hitaskipanir og annars í skipanir, ið minka um dálkingina bæði á landi og á sjógvi.

Føroyar kunnu gerast eitt satt undangonguland við varandi orkukeldum, bert viljin er til staðar.  Og í hesum liggja eisini stórir møguleikar fyri gransking innan hetta evnið. Hetta kann tí eisini verða við til at skapa nýggj og áhugaverd arbeiðspláss.

Jákup Dam, listi E

 

 

Jákup Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad