Fundur um fiskivinnunýskipanina verður 14. juni kl. 19.00 í Vestmanna
Mikukvøldið, 14. juni skipar Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag fyri almennum fundi um fiskivinnunýskipanina í Vestmanna. Høgni Hoydal, flokksformaður og landsstýrismaður í fiskivinnumálum fer at greiða frá nýskipanaruppskotinum, og høvi verður at seta spurningar. Fundurin verður hildin í Vektarbúðini, kl. 19:00 og endar kl. 21:00. Øll eru vælkomin.
Nevndin