Lýsing

Floksting 19. & 20 mai á Sandi

Árliga floksting Tjóðveldis verður 19. og 20. mai í Ungmannafelagshúsunum á Sandi.

Skráin:

Fríggjadagur 19. mai
19.00 Rógvi Nybo, aðalstjórnarformaður setur flokstingið

19.15 Mentanarlig framførsla

19.30 Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara og yvirlýsingartoymi

20.00 Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar

21.00 Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla

22.30 Val av grannskoðara

Leygardagin 20. mai
08.30 Morgunmatur

09.30 Sofaprát við ting – og landsstýrisfólki floksins

11.30: Frágreiðing frá Unga Tjóðveldið

12.00 Matarsteðgur

13.00 Formansfrágreiðing, Høgni Hoydal floksformaður – verður stroymd á Facebook og heimasíðu floksins.

14.45 Steðgur

15.00 Gestarøðari
• Bingerð H. Fosságil, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum

16.00 Politiskt orðaskifti framhald

17.00 Yvirlýsing

19.00 Flokstingsveitsla

Leygarkvøldið verður veitsla og meldað verður til við flyting á 350 kr á 9181 – 1209797, har tit viðmerkja navn á luttakandi.
Tilmeldingarfreist er sett at vera mikukvøldið 17. mai á midnátt. Týdningarmikið er at freistin
verður hildin.
Við í prísinum er gott borðhald við trimum rættum, ein eind at drekka aftur at døgurðanum, og síðani eru drekkivørur til keyps í barrini.
Eftir lokið borðhald verður farið upp á gólv, og síðani er dansur við Frankie og Ása.

Deil hesa grein umvegis
468 ad