Lýsing

Sterkur listi til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur ein sterkan, javnan og umboðandi lista til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag er liðugt við uppstillingina til býráðsvalið í Havn. Felagið hevði triðja og seinasta uppstillingarfund mánakvøldið 29. august. Tá góðkendi uppstillingarfundurin ein sterkan og javnan lista við 8 kvinnum og 9 monnum, sterkari økisumboðan og breiðari aldurs- og yrkissamanseting.

Sambært kommunuvallógini kunnu í mesta lagi 17 valevni vera á listanum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. Tá avtornaði vóru 19 nøvn komin á listan hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag til triðja uppstillingarfund, og tí var neyðugt við atkvøðugreiðslu, har møtta fundarfólkið mannaði listan við 17 av teimum 19 nøvnunum í uppskoti. Eftir endaligu atkvøðugreiðsluna sær valevnislistin hjá Tjóðveldi til býráðsvalið soleiðis út:

Jógvan Arge, varaborgarstjóri, Tórshavn
Gunvør Balle, fulltrúi og fyrrv. løgtingslimur, Argir
Brandur í Dali, sjálvstøðugur vinnurekandi, Argir
Jákup Dam, lærari og býráðslimur, Kollafjørður
Malan Eyðunsdóttir, lærari, Tórshavn
Annita á Fríðriksmørk, løgtingslimur, Hoyvík
Marin Katrina Frýdal, fulltrúi og býráðslimur, Hoyvík
Jóannes Guttesen, umhvørvisleiðari, Hoyvík
Leivur Hansen, journalistur og fyrrv. borgarstjóri, Hoyvík
Boði Haraldson, verkfrøðingur, Tórshavn
Emil Hermansen, lesandi MA í Løgfrøði, Tórshavn
Turið Horn, námsfrøðingur, Tórshavn
Vigdis Johannesen, fakfelagsleiðari, Tórshavn
Tráin Petursson Nónklett, lesandi, Tórshavn
Jákup Av Skarði, fyrstilærari, Nólsoy
Edith Vang, sjúkrarøktarfrøðingur, Kaldbak
Sigrun Wardum, sjúkrarøktarfrøðingur, Hoyvík

Tjóðveldi fer til val við tí fyri eyga, at Tórshavnar kommuna aftur setur borgaran fram um turt betong og tómar bygningar. Tí verða høvuðsmálini ein eldrapolitikkur, sum tryggjar virðiligan aldurdóm og betri loysnir til tey gomlu, ein bústaðarpolitikkur, sum skal loysa og framtíðartryggja akutta bústaðartørvin í kommununi og ein greiður skattapolitikkur, har kommunan ikki tekur meira enn neyðugt av tí, sum borgarans er. Skilagóð fíggjarstýring, langtíðarætlanir og afturhaldni við íløgum í dýrastu tíð geva ríkiligt rásarúm til at raðfesta eldraøkið hægri og fremja átrokandi útbyggingar.

Tann samlaða valskráin verður almannakunngjørd seinni.

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X