Lýsing

Kassameistari í 14 ár

Áki Jacobsen sum hevur verið kassameistari í Tjóðveldi síðan 2002, tók á flokstinginum í Skopun ikki við afturvali.

Áki Jacobsen bleiv valdur til kassameistara á flokstingi Tjóðveldis í 2002.
Fráfarni kassameistarin hevur sostatt verið við at reka 4 løgtingsvalstríð og 4 fólkatingsvalstríð fyri flokkin, umframt virksemi, fundir og tiltøk hesi árini.

Fríggjakvøldið takkaði Høgni Hoydal, floksformaður Áka fyri hansara arbeiði fyri flokkin, og handaði honum eina gávu frá flokkinum og eitt blómutyssi.
Høgni nevndi millum annað, at Áki Jacobsen hevði umsiti fíggjarviðurskifti floksins við nærlagni og eldhugað, og at hann letur ein vælriknan flokskassa víðari til eftirkomaran.

Nýggjur kassameistari er Olga Fossdalsá.

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad