Lýsing

Nútímans lærumøguleikar í einum føroyskum fólkaskúla

Gott kvøld, góðu fundarfólk!                                                                                                                               17.8.2015

Og til tykkum í “Heimi og Skúla” – takk fyri, at tit skipa fyri hesum kjakfundi í kvøld.

Við teim trimum minuttunum vit hava fingið í part, havi eg valt at leggja høvuðsdentin á tað sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlanum.

Eg fegnist um, at tað í tilmælinum stendur, at ynski er um, at sernámsfrøðiliga skipanin arbeiðir tættari skúlanum. Tað er ongantíð ein fyrimunur at leggja eina tænastu undir fleiri ábyrgdarøki. Eitt greitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur má vera, og Mentamálaráðið eigur at savna umsitingina best møguliga.

Hóast tað á flestu skúlum starvast sernámsfrøðiligir stuðlar, bæði námsfrøðingar og hjálparfólk, so var einki umboð vegna hesi við í arbeiðsbólkinum, sum orðaði tilmælið um sernámsfrøðiliga tænastu. Hetta stríðir beinleiðis ímóti endamálinum hjá arbeiðsbólkinum, tað at fevna breitt. Í einum savnandi fólkaskúla eiga fakbólkarnir eisini at vera savnaðir/inkluderaðir, hetta fyri at røkka øllum avbjóðingum og at skapa bestu møguleikar fyri øll skúlabørn.

Talið á børnum, sum hava tørv á sernámsfrøðiligum tænastum í barnagarðsaldri, ella sum ikki eru byrjað í skúla, er vaksið. Tað kundi verið ein ábending um, at tørvur er á betri normeringum í dagstovnunum. Bæði viðvíkjandi tali á tímum og viðvíkjandi býti av útbúnum námsfrøðingum.

Kjakið um, hvussu børn skulu búgvast til skúlan, hevur verið drúgt, og tað hevur mangan borið brá av at vera eitt fakfelagsligt stíðsmál. Hesum vil eg burturvísa og heldur vísa á, at trivnaðurin og tørvurin hjá barninum liggur fakfólkunum nær at hjarta, og tað er skylda og ynski hjá bæði námsfrøðingum og lærarum at taka hetta í størsta álvara, skal barnið hava bestu menningarmøguleikar bæði í og uttan fyri fólkaskúlan.
Talið á undirvisingartímum vegna serligan tørv er eisini vaksið munandi seinastu árini. Tí eiga vit eina felags uppgávu at loysa saman.

Eitt tilmæli frá Pedagogfelagnum er, at tað kann betra munandi um inklusjónina og um trivnaðin og menningina hjá øllum skúlabørnum og serliga teimum við serligum avbjóðingum, um námsfrøðingar vóru fastur partur av í hvussu er innskúlingini. T.e. í forskúla, har báðir fakbólkar arbeiða í dag, og í 1., 2. og 3. flokki. Møguliga skulu námsfrøðingar arbeiða í skúlanum enn longri, gjøgnum alla skúlagongdina.

Kreativu lærugreinirnar mugu uppraðfestast, og somuleiðis tann praktiski parturin av lærugreinunum innan náttúru og tøkni. Næmingar og lærarar eiga at fáa størri frælsi at skipa dagin, eins og næmingarnir eiga at fáa størri frælsi sjálv at leita sær vitan og amboð.

Í løtuni er skipanin við sernámsfrøðiligum stuðli skipað soleiðis, at stuðlar bert vera settir í fyribils størv við sera fáum tímum. Hetta hevur við sær, at tað eru fáir útbúnir námsfrøðingar, sum søkja hesi størv. Tí eru nógvir stuðlar ófaklærdir, og tað sigur seg sjálvt, at tað er torført at loysa eina sernámsfrøðiliga uppgávu við ófaklærdum stuðlum. Tí eiga vit at gera eina betri skipan, sum røkkur breitt.

Uttan mun til, hvat slag av sernámsfrøðiligari tænastu tí einstaka barninum tørvar, so eiga vit at vera tilvitað um, at endamálið er, at barnið skal vera partur av allari skúlaskipanini, og at barnið við ymiskum tilgongdum fær bestu karmar og størsta tryggleika í skúlagongdini. Tað gerst m.a. við at tryggja stuðlunum føst størv og góðar arbeiðsumstøður, og eisini við at tryggja, at tey kenna seg at hoyra til í skúlunum.

Viðvíkjandi lønarspurninginum hjá stuðlunum, so er himmalvíður munur á, hvussu ein námsfrøðingur er løntur í mun til, hvussu ein lærari er løntur;  eisini hóast talan er um sama slag arbeiði. Tjóðveldi gongur inn fyri líkarætti og fyri, at fólk ikki vera viðfarin ymiskt. Tí er líka løn fyri líka arbeiði eitt av mínum høvuðsmálum í hesum sambandinum.

Fyri Tjóðveldi er tað ikki ein spurningur, um inklusjón skal vera. Tað er ein sjálvfylgja og ein fortreyt fyri, at læringin skal eydnast.

Inklusjón merkir, at samfelagið bæði rúmar og viðurkennir allar borgarar, hvørjar fortreytir teir enn hava, og er hetta hornasteinurin í einum frælsum og rættvísum Føroyum. Inklusjón er einasti vegur at skipa eitt samhaldsfast samfelag og harvið ein góðan og burðardyggan fólkaskúla, har øll fáa somu møguleikar, hóast  ymiskar førleikar og avbjóðingar. Inklusjón er ein treyt fyri at vera partur av samfelagnum og fyri at hava lut í fólkaræðinum, eisini í fólkaskúlanum. Sama eigur eisini at vera galdandi fyri teir fakbólkar, sum starvast í skúlanum.

Inklusjón er ikki ein spurningur um karmar og hølir, men um hugburð. Ein hugburð um, at øll eiga sama rætt at mennast og læra og luttaka í felagsskapinum við onnur javnaldrandi og blandaðar aldursbólkar.

Førleikastovurnar, sum stórur dentur verður lagdur á í tilmælinum, eru skipaðar við ymiskum fakligum førleikum, tó eru námsfrøðingar ikki nevndir sum partur av førleikastovunum, og tað meti eg er ein veikleiki í tilmælinum, tí sosialnámsfrøðiliga fakligheitin hevur síni sereyðkenni og kann heilt sikkurt stuðla undir tær sernámsfrøðiligu tænasturnar og ráðgevingina hjá førleikastovunum.

Eins og Fólkaskularáðið gevur landsstýrismanninum/-kvinnuni ráðgeving, eigur eitt námsfrøðiligt ráð at verða sett á stovn. Antin verður hetta skipað sum tvey ymisk ráð ella sum eitt ráð við fleiri fakbólkum, sum samskipa ráðgevingina, so hon hóskar til tørvin hjá einum nútímans fólkaskúla.

Eg eri sannførd um, at tað verður bíligari fyri samfelagið at reka fólkaskúlan í framtíðini, um dentur verður lagdur á inklusjón í breiðasta høpi og at fylgja tilmælunum um nýggjan skúlabygnað og skipan av sernámsfrøðiligum tænastum. Men tað er eingin ivi um, at hetta krevur raðfestingar av fakligu førleikunum hjá bæði lærarum, námsfrøðingum og leiðslum, og tað kostar uttan iva at fremja broytingarnar, men samfelagið fer at spara alt hetta inn aftur, tí børnini og starvsfólkini fara at trívast betur, og skúlin verður ein betri og nútímans fólkaskúli fyri øll.

Inklusjón, tað at samfelagið bæði rúmar og viðurkennir allar borgarar, hvørjar fortreytir teir enn hava, er hornasteinurin í einum frælsum og rættvísum Føroyum, her hugsi eg bæði um børn og ung, fólk sum bera brek, tilflytarar, eldri og sjúk og øll, sum av eini ella aðrari orsøk eru útihýst, antin sum einstaklingar ella sum samfelagsbólkar. Inklusjón er ein treyt fyri at vera partur av samfelagnum og fyri at hava lut í fólkaræðinum, tí eru einar rættvísar og frælsar Føroyar mítt hjartamál.Inklusjón, tað at samfelagið bæði rúmar og viðurkennir allar borgarar, hvørjar fortreytir teir enn hava, er hornasteinurin í einum frælsum og rættvísum Føroyum, her hugsi eg bæði um børn og ung, fólk sum bera brek, tilflytarar, eldri og sjúk og øll, sum av eini ella aðrari orsøk eru útihýst, antin sum einstaklingar ella sum samfelagsbólkar. Inklusjón er ein treyt fyri at vera partur av samfelagnum og fyri at hava lut í fólkaræðinum, tí eru einar rættvísar og frælsar Føroyar mítt hjartamál.Inklusjón, tað at samfelagið bæði rúmar og viðurkennir allar borgarar, hvørjar fortreytir teir enn hava, er hornasteinurin í einum frælsum og rættvísum Føroyum, her hugsi eg bæði um børn og ung, fólk sum bera brek, tilflytarar, eldri og sjúk og øll, sum av eini ella aðrari orsøk eru útihýst, antin sum einstaklingar ella sum samfelagsbólkar. Inklusjón er ein treyt fyri at vera partur av samfelagnum og fyri at hava lut í fólkaræðinum, tí eru einar rættvísar og frælsar Føroyar mítt hjartamál.Inklusjón, tað at samfelagið bæði rúmar og viðurkennir allar borgarar, hvørjar fortreytir teir enn hava, er hornasteinurin í einum frælsum og rættvísum Føroyum, her hugsi eg bæði um børn og ung, fólk sum bera brek, tilflytarar, eldri og sjúk og øll, sum av eini ella aðrari orsøk eru útihýst, antin sum einstaklingar ella sum samfelagsbólkar. Inklusjón er ein treyt fyri at vera partur av samfelagnum og fyri at hava lut í fólkaræðinum, tí eru einar rættvísar og frælsar Føroyar mítt hjartamál.Endamálið er, at børnini fáa bestu nútímans lærumøguleikar í einum føroyskum fólkaskúla. Tað eru ongar útlendskar loysnir sum vit kunnu kopiera. Tjóðveldi vil fremja føroyskar loysnir, eisini í fólkaskúlanum.

 

 

 

Maud Wang Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad