Lýsing

Bústaðartørvurin hjá fólki í Suðurstreymoy, sum bera brek, má takast í álvara

Í 1980-unum fluttu fólk við menningartarni fyri fyrstu ferð í sambýli í Føroyum. Flestu teirra búsettust í Tórshavn. Í øll hesi árini eru eingi hús bygd til endamálið í høvuðsstaðnum. Í staðin hevur landið leigað hús frá privatum og frá Bústaðarfelagnum. Hesi somu hús eru nú vorðin niðurslitin, og kanningar vísa, at flestu teirra eru ikki væl egnað at búgva í. Nøkur av hesum somu húsum eru beinleiðis óegnað til bústað.

 

Hjá fólkum við menningartarni ella skerdum førleikum av ymiskum slag, so sum seinheilaskaða, autismu, fjølbreki v.m. er umráðandi, at bústaðurin er egnaður til hesi fólk at búgva í. Umstøðurnar hava sera stóran týdning fyri, hvussu ein trívist, og tær hava eisini avgerandi týdning fyri, hvørja hjálp ein kann fáa. Trygdin eigur altíð at vera í hásæti, tí fólk, sum eru óhjálpin, kunnu koma sera illa fyri, um okkurt óvæntað hendir, og neyðugt er at fara úr húsinum.

 

Tað er eisini týdningarmikið, at starvsfólk hava góðar arbeiðsumstøður, tá tey arbeiða í heiminum hjá fólki, sum bera brek. Kropsliga og sálarliga trygdin og umstøðurnar annars skulu vera í lagi, so starvsfólk ikki slítast upp av sínum arbeiði.

 

Serliga týdningarmikið er tað, at umstøðurnar hjá hvørjum einstøkum búfólki eru góðar og tíðarhóskandi. Summi trívast best við at búgva í sambýlum, onnur trívast best við at búgva í egnari íbúð ella í búfelagsskapi, og onnur trívast best og fáa bestu hjálpina á serligum stovnum, har pláss er fyri hjálpitólum og aðrari útgerð, sum er plásskrevjandi.

 

Eirargarður er einasti bústaður til fólk við menningartarni og rørslutarni, sum er bygdur í Havn. Í løtuni er farið undir at byggja í Runavík og Klaksvík, umframt at fólk fyri kortum eru flutt í búfelagsskapir í Klaksvík. Tørvurin í Havn er tó alstórur, og neyðugt er at taka hond um støðuna, tí tað sømir seg ikki, at fólk við skerdum førleika búgva í húsum, sum eru óegnað sum bústaðir.

 

Neyðugt verður eisini at byggja ellis- og røktarheim til fólk við menningartarni, tí sum skipanin er í løtuni, so sleppa tey ikki at búgva á teimum “vanligu” heimunum.

 

Tað er ein mannarættur at hava hóskandi bústað, eisini tá tú bert menningar- ella kropsligt brek.

 

Eg vil stremba eftir at koma í eina samgongu, sum torir at taka hesa ábygd á seg, tí hóast tey, sum búgva í niðurslitnu bústøðunum, ikki sjálv megna at siga sína hugsan, so eru kanningar hjá Almannaverkinum, sum lýsa støðuna, sum hon er í dag. Og tann støðan krevur, at ítøkilig stig vera tikin beinanvegin.

 

Hetta eiga vit at loysa saman!

 

Maud Wang Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad