Lýsing

Børnini eru okkara framtíð

Á seinasta tingfundi var eg áskoðari til eitt pínligt og niðurgerandi orðaskifti um, hvat er rætt og rangt. Tingfundurin endaði við eini atkvøðugreiðslu, sum vísti, at ein meiriluti av tingfólkunum tóku undir við, at logið verður fyri tinginum. Verður logið fyri tinginum, verður logið fyri tær og mær, tí tingfólk eru undangongufólk og fólksins tænarar.

Eg skammist yvir førda politikkin hjá samgonguni, sum hevur sitið alt ov trygt alt ov leingi, og bjóði meg nú fram og eri til reiðar at taka ábyrgd og virka fyri einum betri samfelag fyri øll, eisini tey, sum ikki sjálv megna at koma fram við síni hugsan og tonkum.

Eg vil virka fyri einum samfelagi, har børn ikki fara svong í song. Øll børn og ung eiga at kunna taka lut í sosialum tiltøkum, uttan mun til fíggjarligar umstøður og  tað eigur ikki at vera neyðugt at fáa fíggjarliga hjálp frá privatum felagsskapum. Tað er ongantíð ein privat søk, um børn og ung verða útihýst úr felagsskapinum vegna manglandi ráð. Tað er ein felags ábyrgd, at øll børn og ung í Føroyum hava tað gott og trívast, og politikarar hava eina serliga ábygd at tryggja hesi viðurskifti.

Nú skal ráðaloysi og ódugnaskapur ikki longur ráða. Nú skulu landsins virðir býtast til øll í samfelagnum. Okkara eyðkendu virði skulu ikki longur týnast, og um vit ikki venda gongdini nú, so hava vit einki samfelag at gera frælst. Eg eri til reiðar, og vónadi ert tú eisini tað.

Í alt ov langa tíð hava vit verið áskoðarar í einum leiki, sum snýr seg um okkum. Nú er stundin komin til at vit sjálvi taka leiklutin og vísa, hvørji vit veruliga eru.

Vanligi føroyingurin hevur ikki haft stóra ávirkan á sína tilveru, meðan fráfarna samgongan tilvitað hevur ført ein politikk, sum hevur givið teim ríkastu meira og gjørt gjónna millum rík og fátæk enn størri. Vanligi føroyingurin hevur mist nógv, og nú er aftur tíð at taka ábyrgd og at venda gongdini.

Les eisini táttin: “Børn í fátækadømi” á www.facebook.com/velmaud

 

 

Maud Wang Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad