Lýsing

Mismunur vegna brek eigur ikki at vera

Sum valevni til løgtingið seti eg persónligt frælsi høgt. Eg trúgvi á egna mátt og megi, og eg trúgvi á eitt samfelag, har øll kenna seg sædd, hoyrd og tikin í álvara.

Talufrælsi er ein rættur, sum vit øll eiga. Tí ræður tað um at brúka sítt talufrælsi og siga sína hugsan um viðurskifti, sum ein ynskir at hava ávirkan á.

Sambært ST- sáttmálanum eiga vit øll íborin rættindi til frælsi og eiga ikki at verða diskriminerað av nakrari orsøk.

Tíverri er tað soleiðis i Føroyum í dag, at ávísir persónar ella bólkar í samfelagnum ikki hava somu rættindi sum onnur.

Ein fyritíðarpensjonistur kann t.d. ikki sjálv/ur velja, hvar hon/hann vil búseta seg í danska kongaríkinum. Eingin avtala er millum Danmark og Føroyar um, at fyritíðarpensjonistar frítt kunnu flyta í ríkinum. Avtalur eru við hini Norðurlondini, og tískil kunnu fyritíðarpensjonistar bert flyta millum Føroyar og onnur Norðurlond við síni fyritíðarpensjón. Ikki millum londini í kongaríkinum.

Henda støðan er ikki brádliga íkomin, og politikarar hava vitað av hesum líka síðan 2003. Tó hevur eingin tikið ítøkilig stig til at broyta hana. Málið hevur ligið á borðinum hjá landsstýriskvinnuni í Almannamálum í hálvtannað ár. Málið er eisini lagt fyri bæði Fólkatingsumboðini. Kortini er einki ítøkiligt gjørt við málið enn.

At endurskapa eina avtalu, sum áður hevur verið galdandi, átti ikki at tikið langa tíð og átti at verið ein sjálvfylgja, tá gjørt verður vart við umstøðurnar. Umsitingarliga hevur málið verið reist fleiri ferðir og fleiri kærumál eru viðgjørd, har føroyskir fyritíðarpensjonistar hava mist rættin til fyritíðarpensjón, av tí at tey eru flutt til aðrar partar av kongaríkinum.

At fólk ikki frítt kunnu flyta millum Norðurlond vegna brek er beinleiðis brot á ST-sáttmálan. At kæra slíkan mannamun ber heldur ikki til í Føroyum, tí eingin kærustovnur er fyri brot á ST-sáttmálan fyri fólk sum bera brek.

Hetta má fáast í rættlag sum skjótast, tí eingin eigur at vera stavnsbundin vegna brek. Eitt frælst land skapar eitt frælst fólk. Vel einar rættvísar Føroyar, eisini fyri fólk við skerdum førleikum.

 

 

Maud Wang Hansen

Maud Wang Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad