Lýsing

Uppskotið um at fáa alt tilfeingið til høldar felt

Heldur ikki hesaferð vildi løgtingsmeirilutin lóggeva um, at alt fiskatilfeingið – yvir eitt áramál – skal koma til høldar. Uppskotið hjá Tjóðveldi um, at høvd, ryggir, uggar, rogn, livur og innvølir skulu takast til lands, varð felt.

Hetta er fimta ferðin síðani 2006, at flokkurin hevur lagt líknandi uppskot fram, men tey hava enn ikki borið á mál.

Í uppskotinum var ein skiftistíð ásett, soleiðis at flotin fær høvi at tillaga seg til ásettu krøvini. Fyrsta árið skuldi 25% takast til lands, annað árið 50%, triðja árið 75% og at enda alt, fjórða árið.

Tjóðveldi harmast, tí flokkurin metir tað vera av alstórum týdningi, at alt fiskatilfeingið av heimaleiðum og fjarleiðum verður ført til lands og virkað á føroyskum virkjum, so tað føroyska samfelagið fær størst møguligan vinning.

Lógin um vinnuligan fiskiskap leggur annars upp til, at alt, sum veitt verður, kemur til sættis og verður gagnnýtt. Veruleikin er, at rikni fiskivinnupolitikkurin loyvir, at virðir fyri hundraðtals milliónir verða blakað fyri borð. Virðir fleirfaldað blokkstuðulin fara fyri skeytið, heldur enn at verða nýtt sum grundarlag undir virkjum og at skapa arbeiðspláss kring landið.

Fyri partar av flotanum er talan um, at bert 1/3 av tilfeinginum kemur til høldar. Tað er hugstoytt, at so stórur partur av okkara tilfeingi framvegis fer fyri borð. Hetta áttu vit sum fiskivinnutjóð als ikki at góðtikið.

Les álitið frá vinnunevndini her: http://www.logting.fo/casenormal/viewCommitteeState.gebs?menuChanged=16&type=0&caseNormal.id=2531&caseState.id=15191
Les uppskotið frá Tjóðveldi her: http://www.logting.fo/casenormal/viewCommitteeState.gebs?menuChanged=16&type=0&caseNormal.id=2531&caseState.id=15191

Tjóðveldi, 11. Mai 2015

Deil hesa grein umvegis
468 ad