Lýsing

Forkunnug mál til viðgerðar á tingi

Á tingskránni í dag eru millum onnur uppskot um at útbyggja handils- og ferðasambandið til Stórabretlands. Og á fyrsta sinni er lógaruppskot til viðgerðar um at taka persóns-, familju- og arvarættin á føroyskar hendur

 

Tjóðveldi eigur øll trý uppskotini, sum eru til viðgerðar á tingfundinum í dag.

 

Tingmál nr. 153/2011: Uppskot til samtyktar um at útbyggja handils- og ferðasambandið við Stórabretland.
Uppskotið heitir á landsstýrið um at taka neyðug stig til tess at útbyggja handils- og ferðasambandið til Stórabretlands, og vísir m.a. til, at hetta kann gerast týdningarmikil liður í at lækka kostnaðarstøðið á vørum í Føroyum
 

 

Tingmál nr. 154/2011: Uppskot til løgtingslóg um at taka útlendingamál og marknaeftirlit undir føroyskt løgræði:
Hetta málið hevur verið á tingi í fleiri umførum og tingsetum. Í hesum lógaruppskoti frá Tjóðveldi er á fyrsta sinni eisini í viðmerkingunum orðað eitt ítøkiligt uppskot til meginreglurnar í einum føroyskum útlendingapolitikki.
 

 

Tingmál nr. 172/2011: Uppskot til løgtingslóg um at taka persóns-, húsfólka- og arvarætt undir føroyskt løgræði:
Á fyrsta sinni hevur Tjóðveldi lagt eitt rúgvusmikið uppskot fram um at taka persóns-, familju- og arvarættin undir føroyskt løgræði og fyrisiting.
–         Talan er um tey mál, sum í høvuðsheitum verða umsitin á Ríkisumboðnum í dag. Nevniliga mál um foreldrarætt, barnarættindi, hjúnarband, hjúnarskilnað, arvarætt, ómynduggering, persónligar verjar, barnapening o.s.fr.

–         Alt mál, ið hava týdning fyri privatu rættindini hjá hvørjum einstøkum borgara í Føroyum, men sum ongantíð hava fingið samlaða viðgerð á tingi áður.

–         Eitt drúgt álit er skrivað eftir samráðingar millum føroysk og donsk embætisfólk, sum lýsir allar tættir og krøv í málinum og vísir ítøkiliga á, hvussu málið verður fyrisitið á føroyskum hondum.

 

 

Meira fæst at vita við at venda sær til:

–         Bjørt Samuelsen á tlf. 59 99 09 viðvíkjandi uppskotinum um handils- og ferðasamband til Stórabretlands.

–         Høgna Hoydal á tlf. 22 02 50 viðvíkjandi útlendingamálum og persóns-, familju- og arvarætti.

 

Tórshavn, 28. mars 2012

 

Tjóðveldi
 

Deil hesa grein umvegis
468 ad