Lýsing

Tjóðveldishópurin klárur við gerandisloysnum

Tjóðveldi legði í dag valskránna fram undir savnandi heitinum “vit skulu loysa gerandisdagin.”

– Tjóðveldi er loysingarflokkurin í Føroyum og tann samhaldsfasti flokkurin, sum vil

skapa javnbjóðis kor og rættindi at virka, skapa, framleiða og liva í Føroyum.

 

Vit skapa og eiga eitt ómetaligt ríkidømi í landinum. Men ríkidømið og møguleikarnir eru
ójavnt býtt. Loysingin skal grundast og fremjast í gerandisdegnum, har vit skapa virðir, segði Høgni Hoydal, formaður, sum saman við næstforkvinnuni Sirið Stenberg legði fram.

 

At tað skal vera bíligari at liva í Føroyum, og at tað serliga eru tey við lægstu inntøkunum, sum nú eiga fyrst at verða lyft upp, gongur ígjøgnum alla valskránna.

 

Fíggingin til hesi mál skal millum annað koma frá vinnufeløgunum við hægstu vinningunum – sum jú eru serliga høgir í løtuni.

 

Tjóðveldi leggur, umframt umfordeiling, eisini dent á at gera yvirtøkur av m.a. loftrúminum og løgregluni í komandi valskeiði, og rópar varskó um støðuna hjá føroyska málinum. Og so fer flokkurin til val uppá at tryggja búskaparstøðuna, og at hetta verður gjørt við egnari megi heldur enn blokkstuðli.

Sjálvbjargni og góð livikor hjá øllum.

Á listanum hjá Tjóðveldi eru 31 valevni. Á myndini eru øll tey, sum høvdu høvi at koma til framløguna í Smæruni í Havn í dag.

Tey sum stilla upp fyri Tjóðveldi:

Anfinn í Toft

Annika Olsen

Annita             á Fríðriksmørk

Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen

Bjørt Samuelsen

Christian Guttorm Mathisen

Dennis Holm

Eirikur í Jákupsstovu

Erling  Jóannesarson Eidesgaard

Fróði Bjarkason Skúvadal

Gudny Vang

Hervør Pálsdóttir

Høgni  í Stórustovu

Høgni Karstin Hoydal

Ingolf Sólheim Olsen

Jens Ivaní Gerðinum

Jensina Olsen

Jógvan Jón Oskarsson Henriksen

Jóhan Christiansen

Jón Kragesteen

Kristian Oskar Jónsson Henriksen

Liljan Weihe

Magni Arge

Óluva Elin Klettskarð

Páll á Reynatúgvu

Pól Jóhannus Toftegaard Larsen

Rógvi Nybo

Ronnie Edvard Thomassen

Sigrid  Jensdóttir Dalsgaard

Sirið Stenberg

Trina Elttør Eysturoy

Deil hesa grein umvegis
468 ad