Lýsing

EG VIL LÆRA Á FØROYSKUM TAKK!

Hvussu ofta hevur tú ikki sitið og lisið “Afsetning A&B 1” ella “Biologi i udvikling”? Ella gjørt eina uppgávu
um “partiadfærd” í samfelagsfrøði? Hetta havi eg ofta gjørt! Danskar skúlabøkur í føroysku
miðnámsskúlunum, hví?

Eg læri øgiliga nógv donsk fakhugtøk í øllum møguligum lærugreinum. Og so skal
eg upp MUNNLIGA í nøkrum av teimum lærugreinunum, sum hava danskar lærubøkur Á FØROYSKUM!
Hetta hevur eina ávirkan á læringina, fyrireikingina og sjálva royndina.

E hugsið á føroyskum, E skrivi á føroyskum, E tosi føroyskt, SO LAT MEG FOR ÓLUKKAN LÆRA Á FØROYSKUM! Gev mær møguleikar at læra á føroyskum, gev mær møguleikan at læra føroysk hugtøk, gev mær lærubøkur Á FØROYSKUM!
Vit vita, at tað kostar 40-60 mió. krónur.

Um vit gera hettar yvir 6 ár, kostar hettar okkum 8 mió. krónur um
árið. Hetta er ikki nøkur kollveltandi upphædd, tað einasta, sum manglar, er politiski viljin!
So góðu tit lat okkum framhaldandi berjast fyri okkara móðurmáli!

X VIÐ JÓGVAN JÓN

 

X VIÐ E

Deil hesa grein umvegis
468 ad