Lýsing

Hetta vil eg gera fyri teg á Fólkatingi

Veri eg vald, fari eg at umboða teg og Føroyar á Danatingi fulla tíð. Eg siti, sum er, hvørki í Landsstýri ella á Løgtingi ella í kommunustýri. Eg veri tí ikki órógva av tí. Veri eg vald, so røki eg sessin fult út og til næst-komandi fólkatingsval.

 

Tjóðskaparmál

Fremsta uppgávan sum fólkatingsumboð er annars at røkja tær tjóðskaparligu uppgávurnar, sum fylgja við tí at verða parlamentarikari. Her ræður fyrst og fremst um at verða tjóðskaparrøddin hjá føroyingum; og at verða verjan hjá føroyskum áhugamálum og føroyskum sjálvræði.

 

Tín persónliga hjálp

Harumframt ynski eg at hjálpa tær, sum av eini hvørji orsøk ert komin í trupulleikar orsaka av fløktari lóggávu, ella tí tú ert komin tvørt fyri hjá donskum mynduleikum. Tað kann verða, tí tú hevur serligan tørv sum lesandi; ert í sjúkraørindum; ert júst fluttur til Danmarkar ella til Føroyar; hevur maka frá útlandinum, sum ikki fær tað viðferð, sum viðkomandi hevur rætt til ella á annan hátt hevur avbjóðingar, sum fólkatingsumboðið kann hjálpa tær við.

 

Samstarv

Á Fólkatingi komi eg at starvast fulla tíð. Eg vil sum fólkatingsumboð:

• arbeiða bæði innan tinggátt og uttanfyri

• samstarva við Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark

• samstarva við útlendingastovuna í Føroyum

• samstarva við Føroya Landsstýrið

• samstarva við tingbólk Tjóðveldis

• gera mítt til, at markaforðingar millum Føroyar og Danmark og onnur Norðurlond verða ruddað av vegnum.

Royndirnar tala fyri seg
Við teimum politisku royndum á Løgtingi, í Landsstýri og á Fólkatingi og við persónliga viljanum og áhuganum fyri hesum arbeiði, ynski eg at gera mítt til at røkja arbeiðið samvitskufult og til fulnar – fyri tína skyld og fyri Føroyar.

 

X við Annitu á Fríðriksmørk á lista E

Deil hesa grein umvegis
468 ad