Lýsing

Røtt og løtt loysn

Processed with VSCO with f2 preset

14.september er ein helt serstakur dagur hjá okkum tjóðveldisfólkum.

Dagurin, tá fólkið valdi loysing, men tá nakrir danskir og føroyskir politikarar ikki góðtóku vilja fólksins.

Onkur hartar okkum fyri at halda fast í 14.september, tí tað er so langt síðani, og tí vit mugu liva í nútíðini.

Sjálvandi liva vit í nútíðini, men tað merkir ikki, at vit gloyma umráðandi hendingar í fortíðini. Tí, sum vit vita, – søgan endurtekur seg.

Vit hava hava yvirtikið nógv málsøki, men nú síggja vit, at danir byrja at krøkja til sín aftur við grundgevingini um, at hetta er trygdar, verju og uttanríkispolitikkur.

Sum danski forsætisráðharrin segði, tá hon helt røðu í Fólkatinginum í fjør: ”Det betyder også, at det bliver vanskeligere at skelne mellem det, der er færøsk og grønlandsk ansvar. Og det, der er dansk ansvar.”

Um danir halda hetta verða ein trupulleika, so er loysnin einføld.

Røtt og løtt loysn er loysing.

Tað valdi Føroya fólk 14.september 1946.

Góðan 14.september.

Beinta Løwe, løgtingskvinna, Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad