Lýsing

Kontaktin er ikki sett til

Stórtíðindi, nú sokallaða kontaktudvalget hjá dønum hevur havt fund í Føroyum við føroyingar og grønlendingar.

At tosa um kontaktudvalg er fjas, tí kontaktin riggar ikki. Ein kundi trú, at tað var leyst samband, men ikki so frægt, tí kontaktin er als ikki sett til.

Danski uttanríkisráðharrin bara tosaði uttanum, tá Kvf spurdi hann, um hvat hendi, um semja ikki var í kontaktudvalget.

Leggið til merkis, at danir bara nýta orð, sum orientere, høre, o.s.fr. Hetta tí, at Danmark ikki loyvir Føroyum at taka egnar avgerðir, og tí var bara uttanumtos hjá danska uttanríkisráðharranum.

So tá tað ræður um endaligar avgerðir, ið skulu takast um uttanríkis-, verju- og trygdarpolitikk, ja, tá nyttar ikki hjá løgmanni at trýsta á kontaktina – hon er ikki sett til, og tí lýsir peran ikki.

Beinta Løwe
løgtingskvinna

Deil hesa grein umvegis
468 ad