Lýsing

Nevndin heldur fram í Vága Tjóðveldisfelag

Vága Tjóðveldisfelag hevur havt aðalfund og fyrsta uppstillingarfundin til næsta løgtingsval.

Á aðalfundinum bleiv nevndin afturvald, og heldur hon fram óbroytt – Árni Jacobsen, formaður, Sóvá Jacobsen, kassameistari, og Ingolf S. Olsen, skrivari. Sum varafólk blivu vald Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen og Jóan Petur Joensen í nevndu raðfylgju. Viðtøkubroytingar vóru settar á skrá til aðalfundin, men avgjørt varð, at ein eykaaðalfundur seinni skal taka støðu til tað málið.

Á uppstillingarfundinum bleiv tosað aftur og fram um næsta løgtingsval og uppstillingina í Vágum. Nevndin fegnast um, at onkur valevni, sum hava verið í uppskoti, hava sýnt áhuga. Enn hevur ongin tó endaliga váttað uppstilling.

Eftir formliga aðalfundin og uppstillingarfundin greiddi Høgni Hoydal, formaður floksins, frá politisku støðuni, og tók síðan lut í góðum politiskum kaffipráti.

Deil hesa grein umvegis
468 ad