Lýsing

Aðalfundur í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag mikudagin

Vælkomin á ársaðalfundin 2022 hjá SST
Fundurin verður tann 6. apríl kl 19 í Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Skráin er sambært viðtøkum felagsins, sum siga hetta:

Á aðalfundinum gevur forkvinnan/-maðurin frágreiðing um virki felagsins í farna ári og leggur fram uppskot til arbeiðsskrá fyri komandi ár; grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar, og nevnd verður vald. Nevndarlimir verða valdir fyri 2 ár. Makaár verða tveir nevndarlimir valdir og stakár verða Forkvinna/-maður og tveir nevndarlimir valdir.

Tað standa 2 nevndarlimir fyri valið hesaferð. Allir limir eru vælkomnir at stilla seg upp á fundi. SST ynskir at byggja eitt sterkt toymi, og tað er gott, um vit fáa knýtt fleiri fólk afturat okkum í samstarvinum hjá SST.

Hjartaliga vælkomin góðu limir!

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad