Lýsing

Veðurlagspolitikkur: Vit vilja hava ítøkilig átøk – nú!

“Føroyar standa í dag við eitt vegamót á veðurlagsøkinum. Ein løgtingssamtykt við breiðari undirtøku úr øllum flokkum er eitt týðuligt tekin til okkara fólk og umheimin um, at Føroyar hava sett eina miðvísa kós á veðurlagsøkinum, hvørs aðalmál er at ganga burtur frá fossilum brennievnum sum orkukeldu og ístaðin nøkta orkutørvin við alsamt størri brúk av varandi orkukeldum.”

Orðini eru ikki okkara, men frá uppskotinum um veðurlagspolitikk frá 2009. Allar fortreytir vóru til staðar. Allir flokkar vóru við og samtyktu, at útátið skuldi minka við í minsta lagið 20% fram til 2020. Kortini er útlátið vaksið á hvørjum árið síðan hesa samtykt.

Nú Føroyar ongan veðurlagspolitikk hava havt í meira enn tvey ár, er ætlanin at endurtaka júst sama leist sum í 2009 – heldur enn at leggja fyri Løgtingið ítøkilig lógaruppskot við átøkum, sum flyta nakað. Tí er Tjóðveldi ikki við sum uppskotssetari av nýggja veðurlagspolitikkinum.

Søgan hevur víst, at ætlanir á einum óbindandi pappíri er takksamt. Uppskotið, sum fyriliggur, nevnir ætlanir um eina røð av átøkum, sum vit í Tjóðveldi eru positiv yvir fyri. Eitt nú kann nevnast stuðul at taka oljufýr niður, óheft orkuvegleiðing, verja av vátlendum við meira. 

Men vit undrast stórliga á, hví einki av hesum átøkum ikki er borið í tingið saman við veðurlagspolitikkinum. Vit vóna sjálvandi, at hesi átøk koma, men vit mugu samstundis ásanna, at fyrstu átøkini eftir ætlanini hjá samgonguni longu eru útsett, og ikki koma fyrr enn í 2023 og 2024. Eftir hesi tíðarætlanini koma flestu av átøkunum sostatt aftaná komandi val. 

Tjóðveldi hevur í hesi tilgongdini greitt boðað frá, at vit vilja hava ítøkiligar avtalur við lógarbindingum, sum gera, at tingini veruliga verða framd. Vit ynskja eina bindandi lóggávu um útbygging av orku og átøkum at minka um CO2-útlátið. Harumframt er tørvur á átøkum at brynja land og kommunur til tær avleiðingar, sum broytta veðurlagið hevur fyri land okkara.  

Í alt ov mong ár hevur politiska skipanin tosað upp í saman. Nú er tíðin komin, at vit seta gerð handan orðini. Fagrir málsetningar minka ikki útlátið, verulig átøk gera!

Hervør Pálsdóttir & Bjørt Samuelsen,

Tingkvinnur og framsøgufólk Tjóðveldis

í ávíkavist veðurlags- og orkumálum.

Deil hesa grein umvegis
468 ad