Lýsing

Fakta til fupp hjá Jaspuri Langgaard

“Avtalan hevur ikki sum treyt, at Føroyar skulu vera partur av ríkisfelagsskapinum í avtalutíðarskeiðnum.”

So greitt er svarið frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum um lántøkuna til Eysturoyar- og Sandoyartunnilin. Altso er sokallaði ríkisfelagsskapurin ongin treyt fyri, at tunnilsfelagið fekk lán. Tað stendur orðarætt. 

Kortini skrivar Jaspur Langgaard at: “Tað er nú staðfest og prógvað, at Ríkisfelagsskapurin er ein beinleiðis høvuðstreyt fyri at veita lán til tunnilsverkætlanina Eystur- og Sandoyartunlar”. 

Hetta stendur ongastaðni í svarinum frá Una Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjarmálum. Og sjálvandi ikki. Tí útbygging av samferðslukervinum hava føroyskir myndugleikar fulla ábyrgd av. Tað sigur seg sjálvt, at danir ikki geva veðhald fyri føroyskar undirsjóvartunlar, ella eru treyt fyri lánstøkum. Men hetta er kortini ein myta, sum sambandsrøddir ídnar hava royna at gera til veruleika, hesaferð við Langgaardi sum forsangara. 

Tingmaðurin var helst spentur loksins at fáa “sannleikan fram” við sínum fyrispurningi. Men gakk. Sannleikin er illa lýddur, tí svarið varð ikki sum væntað, og nú er tingmaðurin misnøgdur – og tað er væl skiljandi, tí svarið er beint mótsett tí, hann vónaði, og máar av grundarlagnum fyri argumentasjón hansara um, at føroyingar ikki megna at útbyggja samfelagið, uttan danska hjálp.

Langgaard skrivar í dag lesarabræv við hóttanum um uppsøgn av risaláninum, afturgjalding og “høgar kostnaðir til endurfígging”. Hann kundi eins væl skrivað, at um fiskaloysi verður, so fara lánsveitararnir at krevja lánið uppsagt ella onkrar aðrar grundleggjandi broytingar. Lánstøkur eru annars rættuliga einfaldar: Einhvør lánsveitari vil tryggja sær, at lánstakarin er førur fyri at gjalda lánið aftur.

At lánveitarin skal hava boð, um týðandi broytingar henda, sum t.d. at Føroyar gerast fullveldi, er nakað heilt annað og er sjálvsagt, tí soleiðis er við flest øllum lánum. Men at venda tí til, at Danmark er ein treyt fyri, at tunnilsfelagið fekk lán, er heilt einfalt at snara fakta til fupp. Fíggjarstøðan hjá Føroyum, hjá tí, sum skal afturgjalda lánið, hevur hinvegin ávirkan – eins og tað hevur í øllum størri lánstøkum. 

Langgaard fer enntá so langt sum at pástanda, at Føroyar als ikki sleppa at loysa, um vit vilja, orsakað av láninum. At hótta við fíggjarligum undirgangi, er greitt tekin um, at tað er farið at tynnast í soðnum hjá sambandinum, við argumentum fyri sonevnda “ríkisfelagsskapin”. Men. Sannleikin stendur svart upp á hvítt frá Fíggjarmálaráðnum: 

”Avtalan hevur ikki sum treyt, at Føroyar skulu vera partur av ríkisfelagsskapinum í avtalutíðarskeiðnum.”

Bjørt Samuelsen,

løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X