Lýsing

Danmark tryggjar ongan tunnil

Nú er tað enn einaferð staðfest, at hvørki Danmark ella sokallaði Ríkisfelagsskapurin er nøkur trygd ella treyt fyri lán til undirsjóvartunlarnar.

Tað hevur mangan verið ført fram av umboðum fyri Sambandsflokkin, at Danmark er treyt fyri, at vit kunnu fáa lán at fíggja undirsjóvartunlarnar. M.a. søgdu bæði Kaj Leo Holm Johannesen og núverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, at so var:

Undirbrotligheitin er gjøgnumgangandi í Sambandsflokkinum

Henda undirbrotligheitin um, at alt tað góða sum hendir í Føroyum er orsakað av dønum, byggir á ein skeivan veruleika. Veruleikin er, at tað er sjálvandi tað, sum vit øll – fólkið, vinnan, land og kommunur – skapa her í Føroyum hvønn dag, ið skapar tað samfelag, ta framgongd og tann sterka búskapin, vit hava.

Tilknýtið til Danmark hevur ávirkan á kredittvirðið hjá Føroyum, men búskaparstøðan og øll onnur viðurskifti telja fleirfaldað meira. Føroyar hava enntá rokkið eini hægri inntøku og lægri skuld fyri hvønn íbúgva enn Danmark. Tí fáa Føroyar eisini eina høga rating við ella uttan einum ríkisfelagsskapi.

Hetta er ikki fyrstu ferð teir hava hótt

Hetta er ikki fyrstu – ella síðstu ferð – teir nýta undirsjóvartunlarnar at hótta fólk við ræðumyndum um fullveldi.

Tá Vága- og Norðoyatunlarnir vórðu samtykir um aldarskiftið, vóru bløðini á tremur við ræðumyndum, tí mann samstundis vildi lækka blokkin við 366 mió. kr. M.a. varð skrivað:

Og eisini kundi mann lesa, at: “Innan samferðsluøkið skulu stórar og neyðugar íløgur gerast… Undirsjóvartunnil til Klaksvíkar… At fremja viðlíkahald og nýíløgur krevur nógvan pening. Tí undrar tað almikið, at nústitandi samgonga við einum frímerki hevur kutað 400 milliónir av blokkinum”

Allíkavæl megnaðu vit bæði Vágatunnil og Norðoyatunnil. Men ikki nóg mikið við tí! Nú hava vit eisini Eysturoyartunnilin og skjótt stendur Sandoyartunnilin klárur. 

Vónandi fara vit eisini skjótt at arbeiða seriøst við Suðuroyartunnilinum – og vit síggja longu sambandsmenn mála enn somu ræðumyndir!

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad