Lýsing

Har fór grøna leiðin: Tórshavnar kommuna ætlar enn at keypa dieselbussar

Samstundis sum oljuprísirnir eru søguliga høgir, heldur meirilutin í Tórshavnar býráði fast við ætlanina um at keypa dálkandi dieselbussar. Teir vera 15 í tali og møguliga verða bert tveir elbussar keyptir. Meirilutin velir harafturat at minka um túratalið hjá bussleiðin og harvið minkað um tænastuna.

Tað er ótrúligt og ússaligt, at býráðsmeirilutin kann fáa seg til at arbeiða so svart.

Avgerðin skundað í gjøgnum.

Málið er illa upplýst og frágreiðingin, sum ein ráðgevarafyritøka ger fyri kommununa, er ikki liðug enn. Kortini hevur meirilutin í teknisku nevnd tikið undir við at halda fast í svørtu loysnini!

Ávegis frágreiðingin vísir hinvegin, at tað ber saktans til at leggja bussleiðina um til elbussar. Millum annað við at løða bussarnar gjøgnum dagin, tá steðgir eru. Eitt nú vildi leið 1 koyrt eina rundu uppá 18 km fyri síðan at løtt í umleið 14 minuttir, sum steðgurin er mettur at vera, og endurtikið hetta gjøgnum dagin.

Bussleiðin stendur fyri heili 14% av útlátinum hjá Tórshavnar kommunu, men tað síðsta vit hoyrdu til ambitiónirnar hjá meirilutanum á veðurlagsøkinum var, tá tey søgdu í valskránni, at “Vit vilja ganga fremst innan orku og ferðslu”. Pappírið er takksamt. Í dag eru ambitiónirnar so lágar, at Umhvørvisstovan hevur kent seg noydda at tala at og biðja tey um at hálsa um.

Hvat heldur Javnaðarflokkurin á Løgtingi um hesa avgerð?

 

Tjóðveldi

Elsa Berg, Jákup Dam og Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad