Lýsing

Samgongan má ikki leggja fleiri gjøld omaná húsarhaldini

Samgongan ætlar at hækka vegskattin við 300 krónum, olju og bensingjøld skulu hækka 13 oyru fyri hvønn litur.

Men samstundis merkir hvørt húsarhald í landinum, at prísurin á brennievni er so høgur, sum ongantíð áður í Føroyum.

Um samgongan harumframt ætlar at leggja gjøld oman á hesu høgu prísur, verður dýrari at hita húsini, el-prísurin fer upp, umframt at tað verður dýrari at sleppa til og úr arbeiði.

Tí má samgongan undir ongum umstøðum leggja fleiri byrðar omaná vanliga føroyingin og hækka øll hesi gjøldini í løtuni.

Hinvegin eigur landið at seta uppaftur fleiri átøk í verk fyri at hjálpa fólki at leggja um til aðra orku.

Vinaliga

Beinta Løwe

Løgtingskvinna

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad