Lýsing

Starvsfólkatrotið: Vælferð í vanda

Hvussu kemur vælferðin at síggja út í framtíðini? Tørvur fer at vera á 2000 fleiri vælferðarstarvsfólkum um 10 ár, hevur Búskaparráðið víst á.
Tá skulu vit hugsa um, at longu í dag er stórur tørvur á starvsfólkum. Vit síggja at sengur standa tómar á ellisheimum, tí starvsfólk mangla. Eisini eru dagstovnar, ið stongja tíðliga, tí ongi starvsfólk eru at manna vaktirnar. Helvtin av starvslýsingunum hjá Almannaverkinum eru úrslitaleysar.
Starvsfólkatrotið kemur uttan iva at vera millum størstu avbjóðingarnar hjá føroyska samfelagnum. Tí fer Tjóðveldi at seta sjóneykuna á, hvussu vit kunnu loysa hesa avbjóðing, mikukvøld 9. mars klokkan 19 í Auluni í Finsen.
Eyðun Christiansen frá Kommunufelagnum kemur at greiða frá hvussu kommunurnar kenna støðuna í dag, og hvørjar loysnir fyriliggja. Gissur Patursson kemur at tosa um, hvussu tað er at vera avvarðandi í verandi støðu. Síðani fara umboð fyri fakfeløgini innan vælferðarøkið, at kjakast um, hvussu vit á bestan hátt loysa starvsfólkatrotið.
Tjóðveldi hevur seinasta árið arbeitt við einari heildarætlan fyri vælferðarøkið. Fundir hava verið við avvarðandi fakfeløg og serfrøðingur hevur ráðgivið um lønarviðurskiftini á økinum. Sirið Stenberg kemur at greiða frá hesum arbeiðinum.
Skrá:
– Sirið Stenberg bjóðar vælkomin
– Jan Otto S. Holm greiðir frá lønarviðurskiftunum innan vælferðarøkið
– Eyðun Christiansen frá Kommunufelagnum, um støðuna í kommununum og boð uppá loysnir
– Gissur Patursson, um hvussu tað er at vera avvaðrandi í verandi støðu
– Kjak um, hvussu vit best loysa starvsfólkatrotið
Luttakarar í kjakinum verða Jógvan Philbrow, Føroya Pedagogfelag. Óluva í Gong, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Mary Antonsdóttir, Heilsuhjálparafelagið. Bingerð Fosságil, Heilsurøktarafelagið. Vigdis Johannesen, HAK.
Deil hesa grein umvegis
468 ad