Lýsing

Rógvi Jacobsen umboðar Tjóðveldi í Klaksvíkar býráð

Rógvi Jacobsen, sum er næstvaldur á listanum hjá Tjóðveldi til kommunuvalið hevur tikið sæti í býráðnum í Klaksvík. Rógvi røkir starvið komandi mánaðirnar, eftirsum at Annika Steintórsdóttir Biskopstø er farin í barnsburðarfarloyvi.
Rógvi Jacobsen fekk 102 atkvøður á kommunuvalinum 10 november 2020.

Rógvi Jacobsen hevur sæti í heilsunevndini, mentanarnevndini, trivnaðarnevndini børn og ung, trivnaðarnevndini eldri og bústaðir og umhvørvis- og býarskipanarnevndini.
Rógvi fær øll góðynski í álitis sessinum.

Norðoya Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad