Lýsing

Aðalfundur og fyrsti uppstillingarfundur

Í farnu viku hevði Norðoya Tjóðveldisfelag aðalfund og fyrsta uppstillingarfund til býraðsvalið.
Nógv fólk var møtt á fundinum og dúgliga var kjakast og práta um politisku støðuna.

Nevndin var endurvald, men vit fingu ein nýggjan tiltakslim. Hesi vóru vald í nevndina: Jacquelin Gardar, Lone Høeg Bejer, Maria Kristina Smith, Mortan Sólheim Thomsen og Gunnhild Dahl Niclasen. Tiltakslimir eru Anfinn Hansen og Christina Jensen. Nevndin skipar seg í næstum.

Beinta Løwe, okkara tingfólk úr norðuroyggjum, greiddi frá um politiska arbeiði higartil, og fundarfólkið hevði nógvar spurningar og viđmerkingar til Beintu og somuleiðis til Høgna Hoydal, sum eisini var møttur á fundi.

Síðsta punkt á skránni var uppstilling til býráðsvalið. Steinbjørn O. Jacobsen greiddi frá, hvat býráðsarbeiði inniber og hvussu er at stilla upp til býráðsval. Jacquelin Gardar úr nevndini segði eisini, at nevndin fer at gera alt tey kunnu fyri at stuðla teimum valevnum, sum stilla upp til býráðsvalið. Fleiri nøvn komu á listan, men bíðað verður við at avdúka tey.

 

Norðoya Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad