Lýsing

Aðalfundur, skipan av nevnd og vitjan av starvsnevnd floksins

Í farnu viku var aðalfundur í Norðoya Tjóðveldisfelag. Á aðalfundinum var millum annað ársfrágreiðingin og roknskapurin løgd fram, og eisini var val av nevnd.

Okkara fólkavaldu umboð, Annika S. Biskopstø og Beinta Løwe, greiddu frá teirra arbeiði og svaraðu spurningum frá fundarfólkunum. Serstakliga áhugavert var at hoyra Anniku, sum er nývald, tosa um allar stovnsvitjanirnar tey hava verið á og um ætlanirnar, sum nýggja býráðið hevur komandi tíðina.

Hesi eru vald í nevndina og nevndin hevur nú skipað seg:

Jacquelin Gardar, forkvinna
Mortan Sólheim Thomsen, næstformaður
Lone Høeg Bejer, peningarøkil
Christina Jensen, skrivari
Gunnhild Dahl Niclasen, nevndarlimur
Anfinn Hansen, eykalimur og aðalstjórnarumboð
Maria Kristina Smith, eykalimur

Starvsnevnd floksins hevur verið á vitjan her norðuri. Á fundinum umrøddu vit politisku støðuna og hvørji mál liggja okkum norðoyingum nær.

Norðoya Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad