Lýsing

Aðalfundur og fyrsti uppstillingarfundur í Norðoya Tjóðveldisfelag

Mikudagin 27. mai hevur Norðoya Tjóðveldisfelag aðalfund og fyrsta uppstillingarfund til kommunuvalið í november. Fundurin verður kl. 19 í Miðstovuni í Klaksvík.

Kvøldið byrjar við útsetta aðalfundinum. Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Síðan fer løgtingsumboðið hjá Norðoyggjum, Beinta Løwe, at hugleiða um fyrstu mánaðirnar í Løgtinginum.

Sum upphiting til uppstillingarfundin kemur býráðslimur okkara og fyrrverandi borgarstjóri, Steinbjørn O. Jacobsen, at greiða frá um býráðsarbeiðið.

Kvøldið endar við fyrsta uppstillingarfundi til kommunuvalið.

Vit bjóða frukt, køku og kaffi – og sjálvandi kunnu øll tekna seg sum lim alt kvøldið.

Møtið fjølment.

Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag

Norðoya Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad