Lýsing

Ongin grøn leið í TK: Býráðsmeirilutin keypir 16 nýggjar diesel bussar!

Vit hava fyrr í fleiri viðmerkingum víst á, at sitandi býráðsmeiriluti hevur ongan áhuga í at gera kommununa grønari og ignorerar sín egna orku og umhvørvispolitikk – Grønu leiðina. Men nú hevur meirilutin yvirgingið seg sjálvan! Mánadagin skal tekniska nevnd taka støðu til at gera 9-ára sáttmála um eina svarta bussleið! Vit hava útsett hetta mál í 3 ár júst fyri at geva umsitingini stundir at koma við einari loysn við el-bussum. Men sambært umsitingini er ein el-loysn ikki eingong kannað, og tey mæla til at keypa dieselbussar og gera 9 ára avtalu við veitara um at taka sær av busskoyringini í TK. Væntandi tekur býráðsmeiriltuin undir við hesum tilmæli í morgin.

Tað er ótrúligt og ússaligt, at býráðsmeirilutin kann fáa seg til at arbeiða so svart, so beint ímóti tíðarandanum og enntá beint ímóti orkupolitikkinum hjá kommununi, sum ikki er meir enn tvey ára gamal, og sum Javnaðarflokkurin sjálvur tók undir við.

Orðini eru føgur, men átøkini standa ikki í mát.

Um tvey ár verður vindorkan fýrfaldað (fer frá 18MW til næstan 80MW), og tá verður so nógv orka tøk, at tað verður møguligt (í nógv størri mun) at løða bussarnar við bíligari grønari orku um náttina. Vit eiga sjálvsagt at gagnnýta hesa orku, heldur enn at binda okkum til at keypa útlendska olju.

Í 2015-2020 vóru heili 575.000 elbussar skrásettir globalt, harav 29.000 elbussar í Evropa. Talan er sostatt um eina tøkni, sum er væl roynd, eisini í hæddum og veðurlagi sum í Føroyum. Bussførarir, ferðafólk og fólk, ið búgva tætt at ferðslu, gleðast um minni larm og ikki minst betri luftgóðsku. Tórshavnar kommuna eigur heldur at byrja fyrireikingina til eina elbussleið umgangandi, so sum at skipa løðistøðir, kanna hvørjir bussar hóska seg til tørvin og um leiðir skulu tillagast eitt vet, tá lagt verður um til el o.s.fr.

Hóast meirilutin hevur sovið í tímanum er enn tíð at byrja arbeiðið!

Skifta millum svart og grønt sum teimum lystir

Javnaðarflokkurin á løgtingi er regluliga úti og tosar fyri grønum loysnum og hartar sitandi Landsstýri fyri ikki at handla nóg grønt. Men hvat sigur floksleiðslan til kolasvarta politikkin, sum teirra egni flokkur – sum situr við øllum valdinum og við formansskapinum í SEV – førir í landsins størstu kommunu?

Landsstýrið sendi orkupolitikkin til hoyringar í mars 2021, har mál nr 10 er at almenn ferðsla skal vera grøn. Hvat sigur landsstýrismaðurin Magnus Rasmussen, sum í næstum fer at bera orkupolitikkin í løgtingið, til, at høvuðsstaðurin tekur eina avgerð beint ímóti komandi orkupolitikkinum?

Bussleiðin stendur fyri heili 14% av útlátinum hjá Tórshavnar kommunu, og ein grøn bussleið vildi tí minkað um útlátið munandi og hevði verið eitt stórt fet á grønu leiðini.

Dieselbussar eru ein farin tíð og hoyra heilt einfalt ikki heima í 2022 og frameftir!

Vegna Tjóðveldi í Tórshavnar Býráð

Gunvør Balle, Jákup Dam og Elsa Berg

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X