Lýsing

Nýggjan bygnað og nýggj mál í Tjóðveldi

Arbeiðið at fyrireika flokkin til val er byrjað. Bygnaðurin í leiðslu floksins er broyttur, og miðvíst arbeiða vit nú fram móti at vaksa um undirtøkuna hjá Tjóðveldi aftur.

Styttri millum limirnar og leiðsluna

Á flokstingi í Sørvági varð nýggjur og einfaldari bygnaður í leiðslu floksins samtyktur. Í stuttum hava vit broytt bygnaðin soleiðis, at Starvsnevndin er niðurløgd og uppgávurnar lagdar í aðalstjórnina.

Hetta merkir, at tað nú er ein stjórn, sum leiðir flokkin, og ikki tvær ymiskar samansetingar við ymiskum uppgávum, har leiðsluábyrgdin og leiðsluuppgávan kundu detta niðurímillum. Hetta var støðan við Starvsnevndini og Aðalstjórnini, soleiðis sum samansetingin var áðrenn.

Endamálið við at savna alla ábyrgd í aðalstjórnini er samstundis eisini at tryggja, at økisfeløgini – og har við allir limir floksins – koma at hava beinleiðis ávirkan á og ábyrgd fyri øllum málum og avgerðum í flokkinum. 

Við broytingini er tað nú styttri millum limirnar og leiðsluna í flokkinum.

Nýggja aðalstjórnin er farin til verka, og hittast vit nú enn áður, helst einaferð hvønn mánað. Samstundis leggja vit okkum eftir, at arbeiða meira ítøkiliga við bæði bygnaðarligum og politiskum málum. 

Millum aðalstjórnarfundirnar hevur floksleiðslan, sum eru Høgni Hoydal, formaður, Sirið Stenberg, næstforkvinna, og Rógvi Nybo, aðalstjórnarformaður, evstu ábyrgd av dagliga virkseminum í flokkinum.

Fyrireika flokkin til val

Eitt tað fyrsta, ið nýggja aðalstjórnin er farin undir at arbeiða við, eru fyrireikingar til val. Uttan at avdúka ov nógv kann eg tó siga, at ætlanin er at vera munandi fyrr úti við bæði valevnum og politiskum málum, ið vit vilja arbeiða fyri í einari komandi samgongu.

Økisfeløgini eru longu farin undir at finna valevni, soleiðis at vit kunnu seta nýggjar kreftir við og í góðari tíð fyrireika bæði okkum og okkara valevni. Hetta fer uttan iva at síggjast aftur, innanhýsis í flokkinum og úteftir millum fólk, tá vit verða fleiri, ið tala søkina hjá Tjóðveldi alment.

Samstundis eru vit eisini farin undir at endurskoða og dagføra okkara stevnumið og okkara politisku mál. Hetta arbeiðið byrjar nú í heyst, og verður vónandi liðugt fyrst í komandi ári. Økisfeløg, limir, valevni og tjóðveldisáhugaði kunnu øll verða ein partur av hesum týdningarmikla arbeiði.

Vit hava eitt spennandi ár fyri framman í Tjóðveldi. Við nýggjum bygnaði í leiðsluni og við nýggjum málum fyri framman er stríðið byrjað, fyri at sleppa at stjórna landinum aftur. Hetta fer eisini at koma týðiligari til sjóndar, so hvørt sum fyrireikingarnar koma longur.

Vit eru við gott mót og eru hugagóð farin undir hetta týdningarmikla starv, at byggja upp, at seta við og at vinna flokkinum størri undirtøku aftur. 

Vit eru saman um hetta, og saman standa vit sterk!

Við tjóðveldiskvøðu

Rógvi Nybo, aðalstjórnarformaður

Deil hesa grein umvegis
468 ad