Lýsing

Tjóðveldi: Blokkurin kann verða burtur í 2030

Tjóðveldi hevur latið Løgtinginum uppskot um eina væl skipaða minking av danska blokkstuðulinum, so hann er burtur í 2030.

Sum Tjóðveldisflokkur er tað ein av uppgávum okkara, at vísa á, hvussu vit koma av við blokkstuðulinum og fáa ein tryggan, rættvísan og sjálvberandi búskap. Vit skjóta upp eina greiða og einfalda skipan:

  • Ríkisveitingin verður við lóg ásett at minka burtur eftir 7 árum. Hetta svarar til góðar 90 mió. kr. um árið á fíggjarlógini.

Ítøkiliga merkir hetta, at væl meira enn helvtin av vøkstrinum í okkara samfelag enn kann nýtast til at útbyggja okkara samfelag og vælferðartænastur. Sostatt setir uppskotið onga vælferð í vanda, sum so ofta verður sagt um blokkniðurskurð.

Rík lond tørva ikki blokkstuðul

Føroyar eru millum ríkastu lond í heiminum. Ítøkiliga er føroyski búskapurin væl størri enn hin danski. Seinastu tølini siga, at føroyski búskapurin per íbúgva var 420.000 kr. í 2019, meðan samsvarandi í Danmark var 400.000 kr.

Ongin kann moralskt verja ta støðu, at vit sum eitt so ríkt land biðja um pengar frá øðrum landi, ið lutfalsliga hevur minni inntøku pr. íbúgva enn vit sjálvi.

Hetta merkir als ikki, at øll fólk í Føroyum eru væl fyri fíggjarliga ella hava somu møguleikar. Men tað prógvar, at vit í Føroyum hava ovmikið av ríkidømi til at skapa góð og sømulig livikor fyri øll – við góðum vælferðartænastum og sosialari trygd. Tað snýr seg bert um viljan, at býta virðini javnari.

Blokkurin er smápengar í føroyska samfelagnum

Av hvørjum 100 krónuseðili, vit sjálvi skapa í búskapinum, er blokkurin bert 3 krónur. Í 1997 svaraði blokkurin til 45% av fíggjarlógini. Í 2019 var hetta 10%. Vit hava ongantíð í nýggjari tíð verið nærri at gera okkum heilt óheft av blokkinum.

Føroyski búskapurin er nærum trífaldaður síðani vit seinast skerdu ríkisveitingina í 2001. Var blokkurin ikki skerdur tá, hevði hann verið minst 1,5 mia. árliga. Í undanfarnu samgongu bleiv blokkurin fastfrystur. Høvdu vit ikki gjørt tað, var blokkurin væl omanfyri 700 mió. kr. í dag.

Øll søgan prógvar, at hvørjaferð vit hava tikið ábyrgd og bygt upp í felag, so hevur tað ment okkara samfelag og livikorini hjá øllum. Mong ivaðust, tá ið vit skerdu ríkisvetingina í 2001. Men føroyski búskapurin og okkara livikor og vælferðartænastur til sosiala trygd, heilsuverk, skúlar, dagsstovnar og infrakervi hava bara verið styrkt og betrað við okkara egnu skapan og framleiðslu.

Tí vóna vit í Tjóðveldi, at hetta uppskotið kann seta eina nýggja dagsskrá í føroyskum politikki, har allir flokkar verða hildnir til svars um, hvat teir vilja við búskapinum og hvønn búskaparpolitikk teir vilja reka. Í uppskotinum verður dentur lagdur á, at um politisku flokkarnir melda greitt út undir viðgerðini av hesum uppskoti um, hvørja loysn og hvat áramál, flokkarnir vilja fremja, so ber til at finna semjur um at taka tey veruligu stigini.

Alt uppskotið kann lesast her: Uppskot til løgtingslóg um at minka burtur donsku ríkisveitingina til Føroya

Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X